– Tá vit gjørdu Stýrisskipanarlógina, høvdu vit eitt uppskot um minnilutaverju í lógini, men tað vrakaði táverandi landsstýri, sum ikki legði okkara uppskot fram í óbroyttum líki, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera Stýrisskipanarlógina.
Í sambandi við, at Tjóðveldi hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um broytingar í Stýrisskipanarlógini, fegnast hann um, at roynt verður nú at broyta tað, sum ongantíð vann frama, tá Stýrisskipanarlógin kom.
– At uppskotið nú kemur fram aftur, er bæði positivt og konstruktivt, tí tað hevur sínar góðu grundir at hava eina minnilutaverju, tí tá virkar demokratiið betur, samstundis sum vit sleppa undan tí, sum rópast meirilutadiktatur, sigur hann.
Bjørn á Heygum ivast tó í, um Tjóðveldi fær undirtøku fyri sínum broytingum av Stýrisskipanarlógini: – Tíverri verður ofta hugt meira eftir, hvør leggur eitt uppskot fram, heldur enn at hyggja at innihaldinum í uppskotinum, sigur hann.
Hoyr samrøðu við Bjørn á Heygum við at trýsta á pílin undir myndini.