Minningarguðstænasta fyri manningini á Sjóborgini

Sera nógv fólk vóru samankomin til minningargudstænastuna í Sjóvar kirkju páskadag. Bæði kirkjan og skúlin vóru á tremur við fólki, sum á henda hátt nýttu høvið til at vísa manningini á Sjóborg og teimum ið eftir sita teirra samkenslu

Stutt fyri páskir komu tey syrgiligu boð at Sjóborgin av Strondum var horvin og hóast drúgva og intensa leiting ikki var afturfunnin.

Fimm mans, í bestu árum, vóru ryktir burtur frá teirra kæru.

Hjá teimum nærmastu er sorgin sjálvsagt stór, men øll bygdin og alt landið, sum tað er, følir við teimum. Tað er sum hava vit øll mist.

Fyri at heiðra minninum um teir fimm, varð skipað fyri minningargudstænastu í Sjóvar kirkju páskadag.

Jógvan Fríðrikson, prestur á Gjaranesi, segði við Sosialin, at tøknin er so framkomin og so væl var leitað, at tað er einki sannlíkið fyri at nakar verður funnin aftur á lívið og tí helt hann tað verða rættast, at hjálpa familjunum víðari í lívinum sum skjótast.

Hetta helt hann best kundi gerast við at fáa minningargudstænastuna frá hondini so skjótt sum gjørligt.


Bæði í kirkju og skúla

Tað var væntandi at nógv fólk fóru at nýta høvið til at vísa manningini og teimum ið eftir sitað sína samkenslu og tí høvdu tey, sum stóðu fyri minningarhaldinum eisini fingið sær innivist í skúlanum.

Skúlin var útgjørdur við hátalarum, so fylgjast kundi við í tí, sum fór fram í kirkjuni.

Kring kirkjuna vóru bussar stillaðir so tey sum har stóðu, kundu seta seg í heitar bussar heldur enn at standa úti í tí kalda vetrarveðrinum.

Og rætt fingu tey sum fyri haldinum stóðu.

Nógv fólk og langar bilrøðir við Sjógv og við skúlan bóru boð um tann stóra skaran av fólki.

Eini 1500 fólk vóru við í haldinum.

Áðrenn minningarhaldið segði Jógvan Fríðriksson, prestur, at tað eftir hansara meting hevði týdning, at familjurnar sjálvar luttóku aktivt.

? Øll eru tyngd av hesum sorgarleiki og hjá teimum nærmastu hevur tað stóran týdning, at arbeiða við sær sjálvum. Tey skulu koma ígjøgnum »chokfasuna« áðrenn tey fara víðari við lívinum, og tað haldi eg tey best koma við aktivt at verða við í sjálvum haldinum.

Tí vóru tað tey nærmastu hjá manningini sum bóru fram minningarorðini um síni egnu.

Treyðugt so, tað eru ikki øll, sum halda seg til, og teirra vegna segði prestur nøkur orð.

Annars byrjaði haldið við at Regin Guttesen sang. Síðani søgdu tey avvarandi nøkur orð um tann og teir tey høvdu mist.

Jógvan Fríðrikson helt páskaprædikuna og endaði við at lesað nøvnini á teimum sum fóru.

Eftir prædikuna sang Magni Christiansen ein sang og manskórið »Menninir« av Strondum sang eisini nakrar sangir.

Tá tað var liðugt, endaði Jákup Kass, fyrrverandi prestur minningarløtuna.

Aftaná vóru øll boðin út í bygdarhúsið á Strondum til ein bita, og Jógvan Fríðriksson sigur, at har mundu verða eini 1200 fólk til borðhaldið í bygdarhúsinum.