Tá telefonin ringdi tíðliga sunnudagin 23. mars, visti eg beinanvegin hví. Tað var pabba, ið segði at Bjarti var farin. Eg hevði sitið leygardagin seinnapartin og um kvøldið hjá honum. Hann svav fyri tað mesta, og eg sá tá, at hann hevði stutt eftir.
Bjarti var føddur og vaks upp á Tvøroyri. Undir Heygnum, fjálgaður av mammu, meðan pabba var á sjónum mest sum alt árið. Hetta var okkara lítla verð og vit høvdu tað gott saman. Tað vóru 5 ár ímillum okkum báðar, so vit høvdu hvør sín gerandisdag uttan fyri heimið, men í heiminum vóru vit beiggjar og stóðu lið um lið.
Meðan eg fór til Havnar og síðani til Keypmannahavnar í lestrarørindum, varð Bjarti eftir á Tvøroyri. Hann vildi heldur vera har og arbeiða har. Hann fekk fast arbeiði hjá R. B. Thomsen, og treivst hann væl í hesum arbeiði. Hann elskaði heimbygdina. TB var hansara hjartabarn og knýtti hann nógv vinabond hendan vegin. Eitt annað áhugamál var jørðin og seyðurin á Hamri í Froðba, har mamma er ættað. Hetta var hansara: Eitt gott arbeiðspláss og so ítrivini á Tvøroyri.
Tá hann so møtti Sonny, var hann sera eydnusamur. Alt sá gott út. Men sum snarljós frá klárum himli fekk hann sjáldsama sjúku. Hetta setti sín dám á hansara gerandisdag. Hann mátti fara úr arbeiði sínum og frítíðarítrivið, seyðin, fekk hann ikki verið við í. Men ongantíð misti hann mótið ella lívsviljan. Hóast inn og út av sjúkrahúsi bæði í Føroyum og Danmark, var hann altíð positivur og glaður. Hann hevði alla tíðina vónina um at gerast frískur aftur.
Tað seinasta árið bíðaði hann so eftir einum lunga. Í hesum tíðarskeiði vóru eg og Bára og vitjaðu hann í Keypmannahavn, meðan Sonny var heima. Hetta var ein sera góð tíð, har eg lærdi Bjarti at kenna á ein øðrvísi hátt. At vera saman við Bjarti hetta tíðarskeiðið hevur fingið ein at steðga á og venda eyguni móti øðrum her í lívinum enn bert henda jagstran eftir verðini.
So hendi tað gleðiliga undrið, at Bjarti fekk nýtt lunga. Alt gekk væl. Hann og Sonny komu heim til jóla og øll gleddust um hetta. Men aftur rakti lagnan Bjarta. Og bert tríggjar mánaðir seinni andaðist Bjarti bert 40 ára gamal.
Góða Sonny, túsund takk fyri tað tú hevur verið fyri Bjarta. Tín vilji og styrki og ikki minst lætta lyndi hevur hjálpt okkum øllum. Harrin styrki teg í sorgini og vælsigni teg í framtíðini.
Góðu mamma og pabba. Takk fyri alt tit hava verið fyri Bjarta og meg. Og Harrin styrki tykkum.
»Bert er bróðurleyst bak« verður sagt. Og tað má ein sanna, tá ein hevur mist sín einasta bróður.
Við hesum lýsi eg frið yvir kæra bróður mín Bjarta Mortensen.
??????????
Bogi