Ja, góði bróðir, stuttligari hevði verið at sett seg at práta saman, enn at seta seg at minnast teg. Sum prestur segði í gravtaluni, so høvdu vit eitt sera trygt og gott heim. Av seks systkjum eru vit nú bert tveir eftir, og so Sigurd, sum eisini vaks upp hjá okkum.
Tú var mær ein góður bróður frá fyrst til síðst, eg minnist fyrst undir krígnum, pápin, sum sigldi undir krígnum, hevði keypt mær vakrar løriftsskógvar. Fyrsta dagin, eg var í teimum, tvassaði eg í mýrulendi, so teir sóu ikki vakrir út. Men fyri at eg skuldi sleppa undan revsing, og áðrenn mamman og pápin fingu eyga á teir, tók tú skógvarnar og vaskaði teir so frægar sum teir nú eina ferð fingust. Soleiðis var tá ið sorgin fyrst kom á dyrnar hjá okkum, pápin lá á sjúkrahúsi, tú tjúgu ár, eg fjúrtan. Eg minnist, hvussu róliga og stillisliga tú bar mær boðini um, at pápin var deyður. Tá var ongin sosialhjálp at heinta, so tá var eitt at gera og tað var at fara til verka, Eplini blivu goymd niðri í sandi um veturin, so tá ið farast skuldi eftir eplum ella eftir torvi, og eg var meira kridlutur, legði tú mær góð ráð: skjótari vit byrja, skjótari er tað liðugt, tí hetta má jú gerast. Somuleiðis tá ið tú kom aftur av skipi og segði okkum frá, at tú hevði biðið nólsoyingin smíða ein bát og bjóðaði Gilstein og mær at verða við. Hesin bátur var okkum til stóra gleði í húsarhaldinum.
Eftir at vera forlovaður í nøkur ár, giftist tú við Odvør Viderø av Sandi í 1957. Tit gleddust um at fáa trý børn, Emil, Kristian og Hannu Mariu. Átjan ár eydnaðist tykkum at fáa saman, til hon í 1975 andaðist eftir ringa sjúkralegu. Hesa sorg tók tú eisini stillisliga og klagaði ikki. Sama árið var Sandsbygd eisini fyri svárum missi, har Egil Horn, skúlastjóri, doyði. Eftir sat kona hansara Maja við tveimum smáum børnum, Jógvan og Malan.
Tað gekk ikki so long tíð, til tit bæði, Maja og Gullbrand, tóku ta skilagóðu avgerð at kasta saman, og hava tit havt eitt fyrimyndarligt lív saman við børnum tykkara og so við svigarbørnum og ommu- og abbabørnum.
Meðan Gullbrand var sjómaður, sigldi hann nógv sum stýrimaður við fiskiskipum, og veit eg eisini av egnum royndum, at hann var ein álitismaður á sjónum. Kvøðari var tú av teimum bestu, hevði dansin væl undir fót, so tað var ein frøi at dansa saman við tær, og tú verður nógv saknaður av øllum, sum tráddu gleðis-dansin. Sangari var tú góður, og tá ið vit sótu í okkara fasta plássi í kirkjuni, eg framman fyri teg, tá var óneyðugt at lurta eftir orglinum, tí tú hevði altíð tann rætta fasta tónan.
Fyri tveimum árum síðani kom tú aftur fyri ta vanlagnu at missa sonin Kristian. Hetta tók tær og tykkum øllum sera fast. Og eftir hetta tók sjúkan yvirhond hjá tær, so røddin bæði í kirkjuni og í tí dagliga viknaði í hvørjum; men onkran dag, vit møttust í kirkjugarðinum, kundi tú gleðast og siga, at í dag orkaði eg nokkso væl at syngja. Ein dagin, vit sótu og prátu saman um alt sum okkum hevði verið fyri, kundi eg ikki lat avera við at spyrja: Hoyr Gullbrand, munnu vit vera gandaðir? Hann svaraði beinanvegin: Nei, Sólvit, tað verður ikki lagt meira á okkum, enn vit klára. Har sat hann og kikkaði eftir hondini fyri at fáa luft og var so sterkur í trúnni, at eg mátti bert skammfullur halda við honum.
Ja, Gullbrand, tú fekk tað stríggið móti endanum, men Maja góða, trúføst sat tú við song hansara og royndi at hjálpa uppá hann til tað seinasta. Tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, saknurin er stórur, men gott er at hava so góð minnir um hann, sum tit hava.
Nú ið vit gleða okkum til føroyska summarið, sum tað nú einaferð er við sínum skiftandi veðurlagi, er Gullbrand komin heim til ævigt summar. Latið okkum unna honum tað væl við ynski um at síggja hann aftur, tá ið okkara tíð er komin.
Takk fyri lív títt. Hvíl í friði.
???????
Sólvit
??????
N.B. Sama dag sum Gullbrand varð borin til gravar 18. mai, vóru sjey ár liðin síðani vit mistu abbasonin Ólav av vanlukku. Í hesi sjey ár eru átta av okkara borin til gravar, so tað má sigast at hava verið ein stríggin tíð.