Enn standa orðini »Jens Pauli er farin« sum ein dreymur fyri okkum og óivað gongur long tíð, áðrenn vit veruliga rakna við og mugu ásanna, at so er.
Jens Pauli var eitt ótrúligt menniskja. At hann var nógv avhildin, bæði her á sjúkrahúsinum og av fólki annars, sást á tí stóra skara, ið var komin at siga honum eitt síðsta farvæl.
Har Jens Pauli var, var altíð gott lag. Altíð hevði hann eina skemtiliga og upplyftandi viðmerking á vegnum, og ikki at gloyma hansara hjálpsemi, tú náddi bert at hálvtala orð, so var hann til reiðar við eini hjálpandi hond.
At handalagið og hugurin at røkja tað, hann hevði um hendi, var til staðar, sást á tí hugnaliga heimi og tí vakra urtagarði, tit hava bygt upp saman gjøgnum árini, ið nú standa sum minnir eftir hann.
Og ikki at gloyma seyðin, ið var hansara stóra ítriv, neyvan var hann betur røktur av nøkrum seyðamanni.
Mangan verður sagt, at tíðin lekir øll sár, men tómrúmið eftir Jens Paula er so ómetaliga stórt, at tað tekur rúma tíð at fylla aftur. Vit kunnu tó gleðast um, at minnini eftir hann eiga vit nógv og góð og tey fara vit ongantíð at gloyma.
Til tykkum, Súsanna, Poul Arni og Sólvá, foreldur og systkin v/ familju, má Harrin geva tykkum styrki og troyst í hesi sváru tíð.
Vit hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minninum um okkara góða arbeiðsfelaga, Jens Paula.
Portørarnir og starvsfólkið í køkinum á Suðuroyar sjúkrahúsi