Minningarorð um Oluffu Mikkelsen

Fødd 3. november 1930 og deyð 13. august 2009

Tað er torført at festa niður á blað tær kenslur, ið bylgjast í barmi, tá ein hevur mist ein so kæran og høgt elskaðan persón sum mammu okkara.


Tó fara vit at royna. Í hvussu so hevur mamma okkara so stórliga uppiborið hetta.


Mamma okkara Oluffa Mikkelsen var dóttir Marin Elisabeth Jacobsen (fødd Olsen, ættað úr Funningi) og Emil Jacobsen, ættaður úr Norðhúsinum á Ytra Skála á Skála, og var einsamøll genta í einum systkinaflokki upp á seks.


Býtt upp eftir aldri sá systkinaflokkurin soleiðis út: Edvin Jacobsen, Óli Frits Jacobsen, Oluffa Jacobsen (seinni Mikkelsen), Dánjal Jacobsen, Petur Jacobsen og Edvard Jacobsen.


Emil abbin og Betti omma bygdu hús longur inni í Skála bygd, og flutti navnið við húsinum, soleiðis at barnaheimið hjá mammu verður rópt í Norðhúsi.


Nú er einans ein bróðir eftir á lívi, og er tað Petur Jacobsen, eisini nevndur Petur í Norðhúsinum. Hann hevur við síni familju alla tíðina búð í barnaheiminum.


Emil abbin var sjómaður. Familjan var fyri tí vanlagnu, at Emil abbin gjørdist álvarsliga sjúkur, meðan hann var til lands í Íslandi. Hann kom heim sjúkur og eftir stutta sjúkralegu, doyði hann , einans 49 ára gamal. Hetta var í januar í 1945. Mamma var tá 14 ára gomul, elsti beiggin 19 ár og yngsti beiggin einans 4 ár.


Men systkini í Norðhúsinum hava altíð hildið væl saman, og hetta bar tey ígjøgnum

tilveruna. Saman við Betti ommu, ið vit eldru systkini minnast sum eina sera fitta og góðsliga ommu, stríddu tey seg ígjøgnum – ein fyri øll og øll fyri ein.


Mamma og pápi okkara, Petur Pauli Mikkelsen, giftust í 1955 og settu búgv Undir Dingi á Skála, í býlinginum, har Hansina omma og Absalon Berlin abbi búðu eins og nøkur av systkjunum hjá pápa eisini búgva. Mamma og pápi fingu 5 børn, harav ein sonur doyði, einans 3 dagar gamal.


Mamma var ein sera livandi menniskja. Hennara fríska lyndi smittaði av upp á tey, ið komu á hennara leið. Og so var hon eitt savningarpunkt hjá familjuni. Kanska tað, at hon var einsamøll systir ávirkaði nakað, tí allir brøðurnir vóru sera góðir við hana og hon við teir. Hon var teimum eisini góð í ráðum og segði teimum beint út sína meining, hvørt tað so var rós ella rís.


“Vit børnini hava alt gott at bera tær, góða mamma. Tað er so undarligt, nú, ið tú ikki ert her meira. Vit sakna teg stórliga, men kenna, at tú nú ert okkum ein verndareingil !”

Vit liva upp á serliga rík minnir, har vit minnast teg við gleði og tøkk. Tú vart elskað og tú elskaði okkum, - hetta mintust vit eisini at siga við hvønn annan, altíð av og á, og tað er ein góð kensla at hava, nú íð tú ert farin.

Vit takka tær – og pápa, ið enn er her saman við okkum – fyri eitt trygt og gott heim Undir Dingi.

Gjøgnum skiftandi tíðir og kor hevur hetta verið okkara barnaheim, har vit altíð hava og enn leita okkum innar – til góða samveru við foreldur okkara og nú við teg, góði pápi.

Vit minnast aftur á mangar góðar barndómsløtur, í heimi, í bø og haga, á seiðaberg og á floti.


Mamma og pápi hava eisini stuðlað væl undir alt felagslív, sum er í bygdini, tað veri seg losjan, kirkjan, meinigheitshús ella ítróttarfelag.

Mong køkan er bakað, ítróttarklæðini vaskað, og tá vit vóru yngri, vórðu vit saman við ítróttarvinum okkara koyrd bæði higar og hagar til venjingar og kappingar. Í øllum hava tit stuðlað okkum og fylgt okkum við stórum áhuga. Eisini svigar-, ommu-, abba-børn og nú langommu- og langabbabørn hava altíð átt eitt stórt pláss hjá tykkum.

Hjá okkum øllum var tað týdningarmikið, at tað ikki gingu langar løtur millum vitjaninar Undir Dingi, ella at tit vitjaðu okkum.

Henda førningin, at koma hvørjum øðrum við, hava tit borið víðari til okkum systkini. Týdningarmikið er, at vit ikki missa hann burtur í øllum tí, sum tíðin krevur av okkum.


Tá vit børnini hava sett búgv og annaðhvørt bygt nýtt ella keypt hús, so var tú, mamma, til dystin fús at mála og tapetsera.


Hesi síðstu árini fekst tú heilsumein, har tú gjørdist partvís avlamin. Nú, ið ommudøtrarnar settu búgv, gramdi tú teg um, at tú ikki fekk hjálpt til.

Tó royndi tú at luttaka og royndi enn, sum áður, at binda klæðir upp á okkum. Tú gleddist um, at tað skuldi vera brúdleyp í familjuni, eins og at langommubørn vóru á veg, og ommubørn skuldu seta búgv. Tú vónaði at uppliva brúdleypið hjá Henny og Jóhannus, men mátti boyggja teg fyri sjúkuni áðrenn.


Tann 13. august orkaði tú so ikki meira og legði eyguni saman. Men áðrenn tað fingu vit høvi til enn einaferð øll at vera saman við tær har á medisinskari deild á Landsjúkrahúsinum (tøkk skulu tey hava fyri tað), har vit fylgdu tær, inntil tú vart noydd at siga farvæl og fara um sýn. Á hesi tíni síðstu sjúkralegu fekst tú høvi til at takka øllum fyri alt – eins og vit kundu takka tær.


Seinastu tímarnir vóru serligir. Tað tyktist, sum um at tú sást farnu ommusynirnar fyri tær, har tú lá við afturlatnum eygum, tá tað knappliga birtist smíl um varrar tínar og tú segði : “ Áh, dukkutrýnið hjá ommu síni “.

Fyri okkum var tað sum um, at tú sást fyri tær, at nú skuldi tú fara at vera heima í Himli saman við teimum.

Eisini var løtan sera rík, tá tað gekk upp fyri tær, at tímin var komin. Hóast móð og troytt, so mannaði tú teg upp, takkaði øllum fyri alt og vitnaði enn einaferð fyri okkum, at

“Jesus sigur, at hvør tann, sum trýr á meg, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív ...og tað geri eg.”

Aldri gloyma vit seinastu løtuna, har vit saman, eftir ynski frá pápa, sungu sangin: “Eg sigla man yvir lívsins hav”. Eftir seinasta vers, játtaði tú, at hetta var ein deiligur sangur og sovnaði burtur.


Mamma góða, við tínum livi og kærleika til okkum øll - vart tú fyri okkum ímyndin av kærleika.

Tað er tí í takksemi, at vit hava skrivað hesar reglur, - veri tær til æru og pápa og okkum, ið eftir sita til troystar.

Ein dag møtast vit aftur, har sum eingin pína, ei heldur sorg er.


At enda vilja vit takka fyri alt og vit endurgeva her seinasta vers úr sangi til 70 ára føðingardagin hjá tær, góða mamma:


Takk, tit (foreldur) fyri alt, sum farið

er og fyri alla tíð.

Takk for minnir góð, vit hava

takk og takk um alla tíð.

Takk Guð fyri alt, sum hendi,

fyri gávur, tú oss ber,

fyri tíð, sum er at enda

fyri náðina, sum er.


Takk fyri alt, góða mamma og friður veri við minni tínum.


Asbjørn, Eyðbjørg, Heri, Marjun við familjum.


.