Minningarorð um vermóður mína Snjófrida Vilhermina Thomsen

Eg vil hervið skriva nakrar linjur um vermóður mína Snjófrida Vilhermina Thomsen, fødd Arnason, sum andaðist 96 ára gomul á Gerðisgarði í Skálavík.

Hvør var henda kvinna, jú móður hennara var úr Sandavági og pápin var íslendingur.

Jú, eg sat mangan undir, tá hon kom inn á sítt lív, men tað gleða lindi kundi nokk eingin taka frá henni.

Og altíð sá hon tað positiva og deildi tað við onnur.

Skarðin, sum fylgdi hesu gomlu kvinnu til hennara hvíldarstað, vísti at Vilhermina var væl dámd í heimbygdini Skopun.

Lívsins skúli hevði gjørt hesa kvinnu kontanta! Hon segði tað, sum hon ætlaði, ballaði ikki nakað inn.

Tá hon var 3 ára gomul, doyði pápi hennara, Karl Arnason.

Tá Vilhermina varð 14 ár, misti hon mammuna, beint áðrenn hon varð fermd, tá tók hon húsið uppá seg, saman við sjúka beiggjanum Andrias og kláraði tað til fulnar.

Tað hevur ikki verið nemt, og tað var tað ikki sambart henni sjálvari, hon rósti ofta Olivur og Petri fyri eina útrætta hond.

Eisini hoyrdi eg hana rósa Jens Marius Poulsen, at vera til hjálp um okkurt var áfatt.

Jú, Vilhermina plagdi at taka skemtandi til, at eingin doyr av arbeiði.

Sum 20 ára gomul giftist Vilhermina við Jóhannis Thomsen, pápi hansara var av Sandi og æt Jóhan Petur, hann var av raskastu útróðrarmonnum.

Mamman var úr Skopun, æt Jóhanna. Forledrini vóru úr Gøtu, Jákup og Elsupa, ættað úr Koltri.

Vilhermina og Jóhannis fingu 2 dreingir og 3 gentur, Karl, Johannis, Jacobina, Arna og Jóhanna.

Tey settust í búgv niðri í húsunum, sum Jógvan Djúrhuus, sonur sjóðarbóndan hevði bygt. Tað sigst, at hann gekk norður til Skopunar at byggja húsið, ígjøgnum 7 ár. Hann var nevndur prest-Jógvan.

Í 1984 vórðu húsuni umvæld, øll sum tey vóru, og gleddist hon um hesu nærum nýggju húsini og takksemi lýsti av henni.

Hon dugdi væl at fáa peningin at strekkja, finansministari var hon góður.

Eitt, sum ikki skal gloymast og setast undir skeppuna, var hennara lív, sum ein bekennandi trúgvandi kvinna, hon vísti á dag og tíma, tá hon tók ímóti Jesusi og í sannheit livdi hon lívið sum ein trúgvandi.

Hon forsømdi einki møti, hon gekk í Missjónshúsið í Skopun og har hoyrdist rødd hennara prísa Jesunavni.

Hon elskaði sangin “Eg má hava Jesus við mær”, sum ommusonur hennara sang so meistarliga í kirkjuni.

Hvør var maður Vilherminu, ella verpápi mín.

Hann gjørdist illa sjúkur av tuberklum, beint tá hann skuldi til skips saman við soninum, sín fyrsta túr, skipið var “Dosea”.

Henda hervuliga sjúka gjørdi, at hesin prúði maður nærum ikki kom fyri seg aftur, men tó róði hann út. Eg minnist hann hjartagóðan.

Tá pápin var burtur, fór eg ofta til hansara at biða hann, tildømis, knýta mær pilkin undir tráðuna.

Jú, eg minnist hann, sum eitt gott fólk, og var hann sera barngóður.

Eg minnist hann, síni síðstu ár ganga til Guðsorð í Betania, eisni til hvørt bønarmøti.

Jóhannis doyði 71 ára gamal, eftir at hann kom til skaða á gamalsaldrinum.

Friður verður við minninum um verforeldur míni.
....
Gerhard