Minningarorð um ommu mína, Hervør Hanusardóttir Durhuus

19.09.40 – 19.03.13

 

Góða fitta elskaða omma

 

Í dag eru júst 2 ár liðin síðani eg seinast hoyrdi málið á tær. At hetta lagnukvøld skuldi gerast síðstu ferð vit tosaðu saman, hevði eg aldrin ímynda mær.

Sum vant høvdu vit nógv at práta um, hetta kvøldið var einki undantak. Eg minnist tíni síðstu orð: ”Tað var deiligt at hoyra málið í tær góða, nú má tað ikki ganga ov leingi til næstu ferð”.

 

Omma, mær leingist so illa eftir tær. Mær leingist so illa eftir at sleppa at práta við teg. At vera saman við tær. Fáa eitt klemm og ein fittan ommu-muss á kjálkan.

 

Eg var altíð hugtikin av, hvussu nógv tú megnaði at fáa greitt úr hondum, uttan at gera nakað hóvasták burturúr.

Tú vart røsk og arbeiðssom. Gramdi teg aldrin um nakað. Tú vart rólig, nærverandi og tolin sum fáur. Tú vart ein lívsnjótari og dugdi at fanga og síggja tær góðu løturnar. Tú elskaði at ferðast og hava vit verið mangan góðan túr saman við tær og abba.

 

Vit báðar høvdu nakað serligt saman. Tað hevði tú við øllum ommubørnum tínum. Vit vóru ikki ”bert” ein flokkur av ommubørnum. Tú kendi okkum øll væl, sum einstaklingar. Tú dugdi eisini so sera væl at geva tær stundir, at vera saman við okkum hvør sær, men eisini saman. Og tað mest týdningarmikla, tú hevði altíð tíð til okkara.

 

Omma, eg misti ikki bert mína elskaðu ommu, men eisini mína vinkonu. Mína fittu vísu vinkonu. Tú vart og ert ein av mínum fyrimyndum. Eg havi hugsað um, hvussu nógv tú hevur lært meg,. Hvussu tú, við tínum verumáta og sinnalag hevur lært meg, hvussu man skal liva og verða. 

 

Tú dugdi væl at liva og tú elskaði eisini at liva. Tú tók ikki lív og heilsu sum eina sjálvfylgju, men sum eina gávu. Minnist sera væl á eina løtu, tá ið tú vart og vitjaði meg her í Keypmannahavn. Vit sótu og hugnaðu okkum á eini kafé. Eg gleddist um, hvussu deiligt tað var at tú vart komin. Tú svarar: ”Ja, Hervør góða, men tað er eingin sjálvfylga at vit sita her báðar”. Tú vart takksom fyri lívið.

 

Fyri stuttum kom eg framm á eitt sjónbandabrot á telduni, ið eg ikki havi sæð fyrr. Tað er frá okkara summartúri í Fugloyð í 2012. Vit sita um borðið í hugnaligu stovuni í summarhúsinum á Kirkju. Øll hava vit reyðar sólbrendar kjálkar og vit sita og spæla kort. Sum vant skal man ansa sær fyri babba og abba, sum snýta um man ikki er nóg vakin. Meðan vit spæla verður ”Við reiðrið” hjá Hans Andriasi Djurhuus sungin. Ørindið ljóðar:

 

Og kvikur hann frá reiðrið rann

og maðkar fann,

tá lýstu eygu bláu,

so gav hann seg at pota teir,

fyrst ein og síðan tveir og tveir

í nevini tey smáu.

 

Omma, tað var trygt at vera ungi í tínum fjálga reiðri. Og nógv gott hevur tú pota í okkum, bæði so og so.

 

Tú doyði, sum tú stóð og bakaði góðaráð. Bert 5 tímar eftir eg hevði prátað við teg. Fyri okkum avvarandi, var hetta ein stórur skelkur, tí vit ikki vistu av at tú vart sjúk. Tín tíð var komin, tað vistu hvørki vit ella tú.

 

Tað er ein stórur saknur, at tú ikki longur ert millum okkara. Eg hugsi um teg hvønn dag. Vit vildu sera fegin, at vit høvdu teg í nógv ár afturat. Men omma, tá ið eg hugsi um teg, gerðist eg glað. Glað og takksom fyri at tú vart omma mín. Er eri errin av, at bera títt navn, eg havi nógv at liva upp til.