Minnini hjá soninum eru ikki góð

Deni Pavlovic er tøkur aftur, eftir at hann 22. juni varð útvístur ímóti TB, har pápin er venjari

22. juni var serligur dagur hjá teimum báðum Pavlovic monnunum í føroyskum fótbólti. Henda dagin hevði TB vitjan av KÍ. Venjari hjá TB er Zoran Pavlovic. Á KÍ liðnum var sonur Zoran, Deni Pavlovic, álit í miðverjuni.

Fyri Zoran Pavlovic og TB var tað kærkomið, at tað eydnaðist at vinna 1-0.

Fyri KÍ var úrslitið stórt vónbrot, og fyri Deni Pavlovic var talan um fótbóltsliga vanlukku. Serbiski miðverjin sá reyða kortið. Sektin var langt leikbann. Tað er ikki fyrr enn í dag, at Deni Pavlovic aftur er tøkur at spæla í landskappingini, og tað verður aftur ímóti TB, har pápin er venjari.

KÍ hevur eina ferð fyrr í ár havt vitjan av TB. Tað var 28. apríl, tá ið KÍ vann 7-0. Hetta er størsti sigur hjá KÍ higartil í ár, og hetta er størsta tapið hjá TB higartil í ár.

Hjá TB er Ragnar Tausen burturstaddur, og Regin í Lágabø er skaddur í knænum. Ken Fagerberg er darvaður av skaða í knænum, og tí er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag. Álopsspælarin Ivan Ivanovic er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið darvaður av fótskaða.

Síðani summarsteðgin hevur tað verið upp og niður á heimavølli hjá KÍ: 2-0 sigur ímóti Víkingi, 2-2 ímóti Skála og 0-2 ímóti B36. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur KÍ vunnið 1-0 á Eiði og 3-1 á heimavølli ímóti HB. Ikki minst seinasti sigurin hevur lyft fótbóltslagið har norðuri.

Málverjin Meinhardt P. Joensen og Óli Eyðsteinsson Poulsen eru framvegis skaddir.