– Minnist til at biðja um loyvi at brenna bál í morgin

Tey, ið ætla at skipa fyri nýttársbáli, mugu biðja um loyvi frá kommununi

Í morgin er nýttársaftan, og tá fara grannaløg kring landið sum vant at brenna bál. Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan gjørt eina vegleiðing um, hvussu farast skal fram, og hvat man skal hugsa um:

 

  • Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna størri bál, so sum nýggjársbál. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
  • ​Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. Til dømis træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.
  • Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina. 

 

Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt, og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

 

– Endamálið við at brenna bál má tó ongantíð verða at sleppa sær av við stórar nøgdir av burturkasti, sigur Umhvørvisstovan.

 

– Verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða, sigur Umhvørvisstovan.