Tá vit tosa um útlendingapolitikk, mugu vit ikki gloyma einstaka menniskja.
Summi vilja mála eina ræðumynd, meðan onnur síggja veruleikan eitt sindur meira nuanserað.
Útlendingar geva eitt positivt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin og almennu kassarnar. Útlendingar leysgeva føroyska arbeiðsorku til vælferðarstørvini. Útlendingar lyfta støðið í føroyskum ítrótti. Og útlendingar gera okkara annars rættiliga homogena samfelag meira litfagurt.
Tað merkir ikki, at vit ikki skulu taka integratión í álvara. At vit ikki skulu ansa eftir, hvør kemur inn í landið. Ella at vit ikki skulu verja okkara mál og mentan.
Men tað ber til at gera alt hetta samstundis, sum vit halda ein virðiligan og siðiligan tóna – og minnast til menniskjuni aftan fyri orðini.
Liljan Weihe
Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi










