Minnisvarðin í Mykinesi vígdur

Í dag varð minnisvarðin í Mykinesi vígdur. Á leið 150 fólk vóru savnað til hesa vígsluløtu uppi við minnisvarðan. Báturin Brynhild, sum røkir mykinesleiðina, sigldi í vikuskiftinum fleiri eykatúrar í sambandi hetta tiltak.

Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðinum at reisa minnisvarðan og at gera hann lidnan. Jógvan Fríðriksson, bispur, helt prædiku og vígdi minnisvarðan. David Johannesen, prestur, bað eina bøn og las upp eitt skriftbrot.

Fleiri sálmar vórður sungnir og sangblað varð býtt út, so øll kundu syngja við.

Eisini var sangluttøka á skránni. Systkini Eva Guttesen og Noomi Arge sungu ein sang, og eisini sang Lovinda Halgaklett ein sálm. Kaj Leo Johannesen segði nøkur orð. Pápi hansara, Leo Hans Johannesen, fórst við Handanábátinum undir oynni í 1991. Pápi Evu og Noomi, Eli Andresen, fórst eisini við Handanábátinum í 1991.

Minnispláturnar eru sera snøggar og hóska væl til minnisvarðan. Minnisvarðin varð bygdur í 1930-árunum og stóð hann liðugur í 1939, men tó bleiv hann ongantíð vígdur, tí ætlanin var at fáa føroyskan prest at víga varðan, men hetta fekst ikki í lag, tí Jákup Dahl, próstur, gjørdist sjúkur. Árini eftir gjørdust trupul í Føroyum, tí kríggið brast á, og tí varð eingin vígsla framd tá.

Minnisplátur vóru gjørdar í 1979, tá ið kirkjan í Mykinesi fylti 100 ár. Hesar pláturnar blivu ikki hongdar á minnisvarðan, men hongdar upp í kirkjuni.

Ein minnisvarðanevnd, mannað við Eddie Lauritsen, Esbern í Eyðansstovu og Jákup í Løðu, hevur tey seinastu árini arbeitt við at gera minnisvarðan í stand, og hevur nevndin eisini útvegað nýggjar og dagførdar minnisplátur. Við stuðli frá Lions Club Vágar, Atlantic Airways, Sørvágs kommunu og øðrum gevarum, hevur eydnast at fullført hetta arbeiðið.

37 nøvn eru ritað í tær nýggju pláturnar. Á einari plátu er yvirlit yvir mykinesmenn, sum fórust á sjónum, 27 í tali. Á hinari plátuni er yvirlit yvir mykinesmenn, sum falnir eru í bjørgum, 10 í tali.

Eftir vígsluløtuna bjóðaði bygdafólkið til ein bita. Hesin dagur var virðiligur og týdningarmikil fyri Mykines bygd, sum ígjøgnum árini hevur mist nógvar menn á sjónum og í bjørgum,