Størst nøgdsemi er við býlingshúsið á Ternuryggi. Ringast nøgdsemi er við dagstovnin við Landavegin. Nøkulunda sama nøgdsemi er við nógvar stovnar, men umframt dagstovnin við Landavegin er nøgdsemi lægri við fimm aðrar stovnar.
Soleiðis er støðan við dagstovnunum í Havn sambært kanning, sum greiningarfyritøkan Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu, og Sosialurin hevur fingið innlit í.
Hóast Sosialurin ikki hevur fingið innlit í orsøkirnar til minna nøgdsemið á teimum fimm stovnunum, so vísir heildarúrslitið, at foreldur helst vilja seta síni børn á stovnar har nógvir pedagogar eru, umframt, at foreldur helst ikki vilja hava ov nógv ungfólk til arbeiðis.
Men tað er eisini soleiðis, at í teimum støðunum, har foreldrini eru yngri og betri útbúgvin, har krevja tey meira av stovninum.
Haraftur kann annað órógv eisini ávirka stovnin.
Trek kommuna
Upprunaliga var ætlanin ikki, at talan skuldi vera um nakra kapping millum dagstovnarnar, men tá kanningin varð lagt fram á tíðindafundi 25. januar, varð greitt frá, hvørjir tríggir teir best umtóktu stovnarnir eru.
Sosialurin vildi beinanvegin hava innlit í restina av nøvnunum á listanum, men hetta vildi Tórshavnar kommuna ikki upplýsa við teirri grundgeving at tilfarið ikki var tókt.
Hinvegin segði trivnaðarstjórin hjá kommununi, Jóan Petur Hentze, at tað, at tríggir teir fremstu stovnarnir vóru navngivnir, í ringasta føri kundi hava við sær, at foreldur fóru at velja teir stovnarnar fram um hinar, umframt, at hann svaraði við tøgn, tá hann varð spurdur, um hetta legði allar hinar stovnarnar undir illgruna fyri at vera ringastir.
Somuleiðis segði Katrin Petersen, deildaleiðara á barna og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, at tað ikki vóru upplýsingar, sum kommunan hevði biðið um, tá hon varð spurd hví tað ikki ber til at fáa upplýsingarnir, sum innlit varð biðið um.
Tá Sosialurin aftur bað um innlit í alt samskifti, sum hevur verið millum Lóður, sum gjørdi kanningina, og stovnar undir Tórshavnar kommunu, bragdaði endiliga og listin sum her er prentaður varð útflýggjaður.