Í minsta lagi ein broyting

U21: Ein spælari er ikki tøkur til dystin ímóti Finnlandi í morgin.

Føroyska U21-landsliðið hjá monnum spældi í síðstu viku annan EM-undankappingardystin, tá ið tað bleiv til eitt 3-0-tap ímóti Danmark á Tórsvølli.


Nú verður triði dysturin á skránni. Hann verður í morgin kl.17.00, tá ið føroysku menninir spæla á útivølli ímóti Finnlandi, sum fer at spæla sín fyrsta dyst í hesi undankappingini.


Longu nú er greitt, at Føroyar má gera eina útskifting í mun til hinar dystirnar. Málverjin, Elias Rasmussen, verður nevniliga ikki tøkur vegna lesnað.


Í Sosialinum í dag ber til at lesa um 3-0-tapið ímóti Danmark, har leikarametingar eisini eru við, umframt at ein upptakt um dystin ímóti Finnlandi eisini er við í blaðnum.