Minningarorð, sum Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevði um Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann, í Løgtinginum í gjár:
Mánamorgunin 20. oktobur bórust deyðsboðini av Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni fyri Javnaðarflokkin. Hans Pauli var 77 ára gamalur, nú hann fór í annað ljós.
Hans Pauli Torkilsonur Strøm varð føddur í Vági 28. desember í 1947, sonur Herborg og Torkil Strøm. Hann giftist Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, og saman fingu tey døturnar Marina, Silju og Ingilín Didriksen Strøm. Tey bygdu heim teirra í Vestmanna.
Hans Pauli varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin á valinum 30. apríl í 1998 umboðandi Norðstreymoyar valdømi, og gjørdist hann limur í Trivnaðarnevndini og í Rættarnevndini. Árini 2004 til 2008 var hann landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum undir ABC-samgonguni. Hann varð aðru ferð valdur á ting í januar 2008, og gjørdist tá landsstýrismaður í heilsumálum í CHE- samgonguni, ein sess hann varðveitti, tá nýggj ABC-samgonga tók við á heysti sama ár. Hann noyddist at leggja frá sær í juli í 2009 og gjørdist tá limur í Rættarnevndini og Trivnaðarnevndini til valið í 2011. Hans Pauli Strøm var eisini eitt skifti formaður í Stjórnarskipanarnevndini.
Hans Pauli var útbúgvin sosiologur og starvaðist í mong ár á Hagstovuni. Hann var ein í samfelagskjakinum sjónligur hagfrøðingur, og flest okkara munnu minnast hann fyri forsagnir um fólkatalsfrøði og framtíðarútlit, um føðingartøl, arbeiðsmarknað, familjuviðurskifti og so frameftir. Ikki minst undir ræðandi kreppuni fyrst í nítiárunum trein djúphugsni hagfrøðingurin fram á pall, ofta undir svørtum hatti og við eyðkenda oyraringinum.
Har, sum Hans Pauli virkaði, gjørdi hann tað við stórum eldhuga, eins og fleiri nevna í minningarorðum og viðmerkingum í miðlunum. Frá floksfeløgum veit eg, at Hans Pauli var kendur fyri at siga sína erligu meining, so tú ikki ivaðist, hvar hann stóð, samstundis, sum hann altíð stuðlaði flokkinum treytaleyst. Á facebook helt ein vinur, at Hans Pauli helst longu er í ferð við at gera líka so nógvan malør hinumegin, sum hann plagdi at gera hesumegin, her, sum so sárur saknur fer at vera í bersøgnu og beinraknu viðmerkingum hansara.
At hjartað hjá Hans Paula var væl vinstrumegin miðjuna, mundi neyvan nakrar ivast í. Hann gjørdi á ungum árum vart við seg ytst á vinstraveinginum og fór seinni upp í Javnaðarflokkin.
Sum ungur lesandi var hann virkin í føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn, har hann eitt nú var við til at stjórna Oyggjaskeggja (1969–1975), ið av onkrum er kallað “blaðið hjá teimum rebelsku lesandi føroyingunum í Keypmannahavn” og seinni tí reyða Framanum (1975–1985). Hann var eisini formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum fyrst í nítiárunum.
Javnaðarflokkurin hevur vøkur orð um floksfelagan sála, har tey millum annað vísa á, hvussu hann sum landsstýrismaður legði stóran dent á sosiala trygd, eins og hann verður mintur fyri dygga arbeiðið fyri at seta fólkaheilsuna á breddan.
Flokkurin fortelur okkum um ein demokratiskan sosialist, sum í politiska arbeiðinum var til verka við lív og sál og sum altíð var á síðuni hjá teimum, ið høvdu minst at ráða yvir. Við sosialu kumpassini á reyðari kós. At hann var sera virkin í flokkinum - í starvsnevnd, floksleiðslu, á landsfundi og ikki minst sum formaður í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum hann var til tað seinasta. Hetta er eisini søgan um ein tilkomnan politikara, sum dugdi at knýta bond millum ættarliðini, og sum var hollur stuðul hjá ungum politiskum spírum. Og so taka tey fram leiklutin, sum Hans Pauli Strøm átti í, at núverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, gjørdist heilsumálaráðharri eftir Hans Paula, og harvið fekk ein sess, sum greiddi vegin til formanssessin í Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin endar minningarorðini soleiðis: “Vit minnast Hans Paula Strøm sum eitt heiðurligt, hugsandi og skrivandi menniskja – støðufastur, ágrýtin, loyalur; ein, ið altíð hevði tíð at lurta, og sum trúði upp á virðið av solidariteti, javnvirði og frælsi. Missurin er stórur.”
...
Sjálv hitti eg fyrstu ferð Hans Paula sum tíðindakvinna í Útvarpinum. Hans Pauli og Javnaðarflokkurin høvdu latið gjørt eitt uppskot um betri brúkaraverju. Hans Pauli hevði tá í fleiri ár verið virkin í Brúkarasamtakinum. Seinni kom eg í samband við hann sum embætisfólk á Løgmansskrivsstovuni. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði stungið út í kortið, at mál skuldu setast, og ætlanir leggjast fyri, hvussu málini kundu røkkast, á fleiri týðandi økjum í samfelagnum. Hans Pauli legði til brots at fáa almanna- og heilsuøkið við undir navnframu Visjón2015. Nøkur ár seinni vórðu vit bæði tilnevnd landsstýrisfólk í CHE-samgonguni. Hann var, fyri meg sum óroyndur politikari, góður í ráðum.
Eg helt tað vera veruligan klassa, tá Hans Pauli Strøm sum landsstýrismaður í heilsumálum fekk túsundavís av føroyingum kring landið út at renna. Saman við Fólkaheilsuráðnum og Bragdinum, og seinni øðrum rennifeløgum, gjørdi hann Fólkaheilsurenningina til veruleika. Fimta renningin, tað var í septembur 2008, mundi hetta verða blivið til størsta ítróttartiltak í Føroyum, tá 800 í Klaksvík og eini 3000 í Havn sóust renna ella ganga í gøtunum til Fólkaheilsurenningina. Her vóru fólk í øllum aldri og sniðum - børn, ungdómar, eldri og familjur við barnavogni, fóru stunandi gjøgnum býin - í hølunum á Hans Paula.
Var sjálv ein teirra, sum aftur bant lissurnar henda dagin. Eftir renningina segði Hans Pauli í samrøðu við KVF: “Tað er heilt givið. Eftir ein sovorðnan dag sum í dag, hjá nógvum, so hongur tað við. Tey fara ein túr, tað behøvist ikki vera at renna, ganga ein túr, altso. Medvitið og hugurin til tað, tað verður sitandi.”
So púra rætt. Renning gjørdist ein fólkaítrótt í Føroyum. Eisini var herferð hansara ímóti royking ovast á dagsskránni. Hans Pauli skilti, at tað, sum átti at verið fremst í øllum heilsupolitikki – tað at fáa fólk at røra seg og at liva sunnari, er nógv hin munabesti, og fyri landskassan bíligasti, mátin at tryggja fólki eitt gott og langt lív.
Fleiri hava víst á, hvussu Hans Pauli stuðlaði ungmannafelagnum SU, sum í kerligari heilsan millum annað siga: “At kalla teg blóðreyðan er ein undirmeting; tú vart ein sannur risi í okkara flokki, óansæð hvar tú vart, og kjarnvirðini vóru altíð í brennideplinum, tá tú vart til staðar. Títt dirvi, nærleiki og miðvísi er eitt eindømi. ... Vit í SU minnast eisini tað viðhald, tú unti okkum frammanfyri og handan leiktjaldið; tín stuðul eru vit æviga takksom fyri.”
....
Tað var fullsett í Vestmanna kirkju henda sólbjarta fríggjadagin, tá Hans Pauli varð borin til gravar. Lis Samuelsen, prestur, helt eina nemandi røðu um ein góðan mann, sum stríddist fyri tí, hann helt vera rætt og sum áhaldandi stuðlaði døtrum sínum í teirra virksemi og valum. Ein mann, sum var virkin í lokasamfelagnum, har hann millum mangt annað skipaði fyri 1. maidagshaldi á Reyða Torginum, og sang í sangkóri. Prestur fortaldi, at Hans Pauli var komin til sættis við deyðan og óttaðist hann ikki. Hann var takksamur fyri lívið við øllum tí, ið honum varð unt. Men tað nívdi hann at fara frá sínum allar kærastu – konu, børnum og abbabørnunum.
Góða Ingilín. Tú valdi at ganga í fótafetunum hjá pápa tínum, og hann var tær hollasti stuðul í viðgongd - og í mótgongd. Nú situr hann har, onkrastaðni í ævinleikanum, men er uttan iva við tær í andanum.
Vit bera Ingilín, Marini, Silju, Gyðju, øllum tykkum avvarðandi - og tykkum annars, sum stóðu Hans Paula nær - okkara djúpastu samkenslu. Og vit takka fyri tað, Hans Pauli bar landi og fólki.
Fari at biðja tingfólk at reisast, so vit í tøgn eina løtu kunnu minnast landsstýris- og tingmannin sála, Hans Paula Strøm.
Á Løgtingi, 4.novembur 2025
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna
Mynd: In. fo










