- Tey, sum vilja misbrúka internetið og fartelefonir til at verða skendsk og ónærislig ímóti øðrum, hava lætt spæl.
Tað staðfestir Per Skov Christensen hjá kriminalløgregluni í Føroyum.
Hann sigur, at í løtuni kannar løgreglan eitt mál um skendskan og ónærisligan atburð á internetinum.
Talan er um upplýsingar, sum eru lagdir út á eina sera vælumtókta og væl vitjaða, sosiala heimasíðu. Onkur hevur tikið sær hesar upplýsingar so nær, at viðkomandi hevur meldað.
Men av tí, at talan er um eitt mál, sum er undir kanning, við løgreglumaðurin onki upplýsa um málið annars.
Umframt hetta, er eitt mál til viðgerar í Føroya Rætti um misbrúk á internetinum, har ein ung genta følir seg úthongda, tí onkur hevur lagt nærgangandi myndir av henni á eina almenna internetsíðu.
Men at løgreglan ikki hevur so nógv mál av hesum slagnum til kanningar, er ikki neyðturvuliga bara tí, at øll skikka sær so væl.
- Nógvar av hesum sosialu heimasíðunum á internetinum eru lutfalsligar nýggjar og tað kann vera, at løgreglan fer meiri at gera á hesum øki, sum tíðin gongur, heldur hann.
Per Skov Christensen sigur, at ein trupulleiki er at áseta eitt mark fyri, hvat ein kann loyva sær at leggja út á internetið av teksti um onnur.
- Tað kann vera ringt at seta mark fyri, nær tað blívur ov groft og nær tað gongur fólki ov nær.
- Ofta byrjar hetta spakuliga, men so verður tónin grovari og grovari, til tað einaferð gongur onkrum so nær, at tey melda.
Forða fyri misbrúki
Men hann sigur, at ein heilt annar trupulleiki er, at tað ber eisini til at fara á ymsar sosialar internetsíður undir følskum navni.
- Tað er ikki ókent, at barnalokkarar brúka hendan háttin fyri at koma í samband við børn undir følskum navni.
Hinvegin ber tað væl til at finna út av, hvørjari teldu, ein ávísur tekstur er sendur frá.
- Her stingur so tann trupulleikin seg upp, at ein telda er sjáldan heilt persónlig, tí tað eru oftast fleiri fólk, sum brúka somu teldu. Tað kunnu vera fleiri vaksin í einum húsi, børn og ung í húsinum ella onkur uttanfyri húsið, sum lænir telduna.
- Men verður teldan misbrúkt, er vandi altíð fyri, at hamarin fellur yvir tann, sum eigur telduna.
Per Skov Christensen staðfestir, at tað, sum fólk eiga at læra av hesum, er, at tann, sum eigur eina teldu, skal ansa ómetaliga væl eftir, hvør sleppur framat henni at brúka hana.
Men fyri at tryggja seg fyri misbrúki er eisini neyðugt, at tey, sum hava tráðleyst internet, ansa væl eftir at hava loyniorð á internetinum fyri at forða fyri, at óviðkomandi sleppa framat tí tráðleysa sambandinum.
Eisini fartelefonir
Men hetta er ikki nakað, sum er sermerkt fyri internetið einsamalt.
Per Skov sigur, at tann, sum dulnevndur vil vera ónærisligur ímóti øðrum við fartelefonina, kann keypa sær eina bíliga telefon og eitt talitíðarkort undir onkrum følskum navni. So ber til at brúka telefonina til ágang ímóti øðrum og so tveita telefon og kort burtur aftan á.
- Fartelefonin er sum ein bilur, har simkortið er nummarplátan og IMEI - nummarið er stellnummarið. Men tað ber til at skifta simkortið út so ofta ein vil, uttan eftirlit.
Per Skov Christensen kundi onkusvegna hugsað sær, at betri eftirlit var, tá ið fartelefonir og simkort verða keypt.
Les eisini greinina: Hongd út sum persvers svín á internetinum. Í blaðnum hava vit eisini fleiri aðrar greinar um sama evni og um vansar og trygd á Facebook og øðrum sosialum heimasíðum á internetinum