Talveftirmeting
Um hugsað verður um vónirnar undan kappingini, so má sigast, at NM 2003 kappingin í talvi, sum var í Norðurlandahúsinum í døgunum 14.-16. februar royndist illa. Gamaní føroyingar fingu tvey bronsu heiðursmerkiog tað er ikki gerandiskostur, tá ið føroysk ítróttarfólk royna seg í altjóða kapping. Men hesuferð høvdu tey helst ætlað sær meiri. Ratingtølini hjá elstu telvarunum vóru á heilt góðari leið og góvu ábendingar um, at føroysku telvarnir stóðu einki aftanfyri hinar. Men júst sum vónirnar vóru tær allarbestu gekk ikki ? og tó. Tí hóast tær kanska í so góðu vónirnar til elstu telvarnar ikki stóðu mát, so stóðu vónirnar til yngru telvarnar mát og tað so ríkiliga.
Rógvi Nielsen bronsu
Júst í aldursbólkunum, har væntandi var at føroysku telvarnir skuldu vera kanónføði. Ja ikki at rokna sum meiri enn ein lítil munnbiti áðrenn stóru avbjóðingarnar, vístu teir, at eisini í teimum eru knotur. Rógvi Nielsen úr Sandavági, vístið at hann sanniliga telist millum frægastu norðurlendsku telvarnar í sínum aldursbólki ? Rógvi vann nevniliga rættuliga óvæntað bronsu. Tey ættarkønu siga kanska okkurt annað, tí at fleirfaldi føroyameistarin, Torkil Nielsen, er pápi Rógva, og mann mestur hava lært hann onkran góðan leik.
Rógvi var ikki hin einasti, sum vístið at hann dugdi at telva. Hjalti Toftum var fremstur í yngsta bólkinum, tá ið tvey tey fyrstu umførini vóru telvaði, men hann kláraði tíðanverri ikki at vera líka nærlagdur teir báðar seinnu dagarnar.
Helgi Dam Ziska eisini við í oddinum
Eisini her er nakað hjá ættargranskarum at fara eftir. Eftirnavnið Ziska stendur ikki á so fáum føroyameistarasteypum og fær danski venjarin Jacob Aagaard rætt, so verður navnið Helgi Ziska eisini at standa á onkrum steypum í komandi tíðum. Jacob Aagaard var ikki venjari hjá yngstu telvarunum, men hugdi kortini eftir teimum. Hann helt, at Helgi var gávuríkur telvari, sum sýntist at skilja torføra hugsunarháttin sum er galdandi í talvi.
Olaf Berg
Olaf Berg var ein av teimum, sum hevði rættuliga góðar vónir undan kappingini. Hann bleiv júst ov stuttur til heiðursmerkini, men í seinasta umfarinum vístið Olaf, at hann er stríðsfúsur. Undan umfarinum var greitt at Olaf hevði ein lítlan møguleika at fáa heiðursmerki, men kravið, var at hann skuldi vinna seinasta talvið. Byrjanin í hesum talvinum var einki serlig og mótstøðumaðurin mundi halda væl standa til, tá ið hann beyð remis, sum tryggjaði honum í minsta lagið bronsumerki. Olaf havnaði tilboðnum í ásannan av, at hann púra onga nyttu fekk úr hálvum stigi. Olaf bøldi leingi omaná næstu leikunum áðrenn hann fann avgerðandi leikin, sum vendi øllum talvinum, men tá var tíðin eisini farin at ganga undan. Men, at Olaf eisini roynist væl, tá tíðin er knøpp, vístið hann í snarkappingini, sum var fyriskipað sunnukvøldið. Har gjørdist Olaf besti føroyingurin og fekk eitt samanlagt fjóðra pláss. Eitt fjóðrapláss var eisini úrtøkan hjá Olafi á hesum sinnið. Helst ikki heilt nøktandi, tá havt verður í huga, at hann fyrr hevur vunnið heiðursmerki í kappingini.
Føroyameistarin fekk bronsu
Hans Kristian Simonsen, sum er føroyameistari í løtuni, mundi ætlað sær betri heiðursmerki enn bronsumerki, sum hann loksins fekk. Tá ið handanin var, segði hann, at hann ikki var so væl nøgdur við sítt avrik í kappingini, men at tað hevði verið strævið at vita, at nógv fólk høvdu stórar vónir til avrikini hjá honum og hinum telvarunum. At hetta kanska bleiv og tungt at bera mugu teir báðir Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen bara ásannað. Hinvegin hava teir í fleiri kappingum víst, at teir sum einki buktað telvarum, sum eru nógv sterkari, enn teir. sum vóru í Føroyum hetta vikuskiftið. Men kanska hava fleiri av mótstøðumonnunum hjá Hans Kristiani, gjørt seg serliga út til at telva móti manninum, sum er hin einasti í Norðanlondum, sum hevur vunnið á sjálvum Kasparov.
Komandi stórmeistarar?
Jacob Aagard, sum er danskur altjóða meistari og er yrkistelvari og talvvenjari segði eftir kappingina, at evnunum bagdi einki hjá hvørki Hans Kristiani ella Martini. Hann helt hinvegin kanska, at teir vóru komnir ov lætt til talvkynsturið. Sum dømi um hetta nevndi hann, at teir føroysku telvarnir høvdu gramt seg um høvuðpínu, tá ið teir høvdu vant. "Tá ið teir fáa ilt í høvdið av so lættari venjing, sum vit høvdu, merkir tað, at teir hava lært at telva uttan verðuliga at hava vant nakað serligt. Tað vil aftur siga, at møguleikarnir eru sera góðir, Sum eg síggi tað, hava allir tríggir, Hans Kristian, Martin og Olaf evnini at gerast stórmeistarar, einasti spurningurin er, hvussu hart stríðið hjá teimum verður, um at koma so langt og um teir orka og ikki minst tíma at stríðast", segði føroyski venjarin Jacob Aagaard, sum hevði fimm dagar at venja teir bestu føroysku telvarnar og brýna teir til kappingina.
Haldur Suni væl nøgdur
Var Jacob Aagaard kanska ikki heilt nøgdur, so var hin venjarin, Haldur Suni Johansen, sum vandi teir yngru bólkarnar, betri nøgdur. "Vit hava serliga lagt okkum eftir at venja endaspælið, men tað sást tíðanverri ikki so nógv til. Men tíðina dugdu teir betri at nýta, oftani eru teir ungu nakað ótolnir, hesuferð vóru teir heldur tolnari og høvdu tol at hugsa seg væl um." Tað sást aftur at teir høvdu lagt sær hyggjuráðini um tol og umhugsni í geyma, tí teir ungu og røsku føroysku telvarnir vóru leingi við í oddastríðnum, men tá ið avtornaði var tað bara Rógvi Nielsen sum var nóg drúgvur og fekk eitt bronsumerki. Hóast kappingin ikki gav føroyingum tað, sum teir ætlaðu sær, so fingu teir kortini boð um at gott er í væntið frá teimum yngstu telvarunum.