Tað er misjavnt, hvat menn halda um miðalvektina á seyðinum í ár. Í onkrum økjum siga menn, at vektin er betri enn í fjør, og aðrastaðni verður sagt, at vektin er undir miðal.
Sum skilst, eru menn norðan fyri nøgdir, meðan seyðurin sunnan fyri hevur verið heldur lakari í vekt.
Í Sandoynni lata teir sum heild ikki so væl at, og sama er í Suðuroy. Kortini siga teir, at í summum hagum í Suðuroy er miðalvektin í ár á leið hin sama sum í fjør, og í onkrum hava er hon betri.
Samanumtikið er helst rætt at siga, at miðalvektin norðan fyri er betri í ár, meðan hon sunnan fyri - sum heild - er heldur lakari.