Í seinastu viku var Fólkaheilsuráðið í Vágum, har tey kannaðu fólk fyri KOL og typu2 diabetes.
- Undirtøkan í Vágum var góð, og nú Vágarnar eru lidnar í hesum umfari, er samlaða talið av teimum, sum hava latið seg kannað, komið upp á umleið 720.
- Vit settu tríggjar dagar av til Vágarnar, men undirtøkan var so stór, at vit noyddust at brúka leygardagin eisini.
Kunningarleiðarin vísir á, at í dag og í morgin stendur tilboðið um kanning til fólk í Vestmanna.
- Vit ætlaðu at brúka ein dag í Vestmanna, men eisini har hevur undirtøkan verið so góð, at vit eisini brúka dagin í morgin í Vestmanna. Úr Vestmanna verður farið til Suðuroyar, har fólk hava møguleikan at lata seg kanna tað, ið eftir er av hesi vikuni.
Ólavur Jøkladal sigur, at tá Fólkaheilsuráðið hevur verið í Suðuroy, verður í næstu viku farið í Sandoynna.
- Ætlanin er at verða tríggjar dagar í Sandoynni, og síðan verður møguliga farið ein túr til Suðuroyar aftrat.
Kunningarleiðarin vísir á, at tað eru tvær sjúkrasystrar, sum fara út við eyðkenda bilinum.
- Onnur tekur sær av lutflsliga simplu diabetes-kanningini, har tey, sum vilja kanna seg, fáa eitt lítið prik í longutong. Síðan verður blóðið greinað á staðnum við framkomnum tóli, og hetta tekur bert einar fýra minuttir. Fólk verða eisini mátað í hædd og vigað, og BMI verður roknað út.
Hann sigur, at KOL-kanningin er ein lungnakanning, har lunguni verða roynd við at blæsa.
Ólavur Jøkladal vísir á, at áhugin fyri kanningini, sum Fólkaheilsuráðið nú ger, hevur havt misjavna undirtøku, og hann heldur, at fleiri fólk kundu havt latið seg kannað í miðstaðarøkinum.
- Men, um landið annars hevur áhugin verið stórur, og tað fegnast vit um, sigur hann.
Kunningarleiðarin sigur, at Fólkaheilsuráðið er farið undir hetta átak, tí mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes - uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í diabetes-kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.
- Vit hava sett okkum fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri - og eisini yngri - fólk fara at fáa sjúkuna.
Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúku) - ella “roykjaralungu” - sum tað eisini verður rópt.
- Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL, sigur Ólavur Jøkladal.