Tá ið skúlin byrjar aftur eftir summarsteðgin fer eingin næmingar úr Kollafjarða kommunu at ganga á Felagskúlanum á Oyrabakka. Ístaðinfyri at seta kósini norður til Oyrabakka, tá ið teir seta seg í bussin um morgunin, verður kósin sett suðureftir móti Havnini.
? Sjálvandi fer tað at ávirka skúlan, at næmingarnir úr Kollafirði ikki koma á skúlan í framtíðini. Fyrst og fremst fer tað at merkjast aftur á næmingatalinum. Í hesum árinum eru um 125 næmingar, og næsta ár fara tað at liggja um hundrað, vísa tølini, vit hava nú.
Hans Erland vísir tó á, at tað ikki bara er talan um 25 næmingar minni. Næsta ár verður tað óivað soleiðis, men tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at verður hugt eini seks ár fram, so høvdu fleiri næmingar gingið á Felagsskúlanum á Oyrabakka enn tað nakrantíð hevur gjørt áður. Hetta er støðan um kollfirðingar eisini høvdu gingið á skúlanum. Tá ið flest næmingar vóru á skúlanum, gingu 154 næmingar har. Tá ið kollfirðingar ikki eru tiknir við, vísa tølini frá Hagstovuni, at næmingattalið fer at liggja nakað omanfyri teir hundrað tey næstu seks/sjey árini.
Møguleikin verri hjá næmingunum
Men tað er ikki bara næmingarnir, sum verða færri á skúlanum næstu ár. Flokkarnir verða færri og tískil verður heldur ikki brúk fyri øllum teimum lærarunum, sum eru í dag. Eini fýra færri verða teir næsta ár, metir Hans Erland í Brekkuni.
? Tá ið næmingatalið minkar, er heldur ikki so lætt hjá næmingunum at fáa tey ynskini, teir hava til vallærugreinar. Spurningurin er, um tað altíð vera nóg nógvir næmingar til hvørja lærugrein, og vit tí kunnu hava ein flokk við tí ávísu vallærugreinuni. Møguleikarnir skerjast hjá næmingunum á hesum økinum.
Hans Erland heldur hetta er óheppið, serliga nú tann nýggja skúlalógin er komin, har nakrar nýggjar lærugreinir eisini skulu bjóðast næmingunum. Sjálvur veit skúlastjórin tó ikki rættiliga enn, hvørjar broytingar teir á Felagsskúlanum á Oyrabakka mugu gera fyri at laga seg eftir nýggju skipanini, men á nøkrum økjum sær hann kortini, at tað verður lættari at loysa enn hjá øðrum skúlum.
? Tann nýggja skipanin krevur fleiri vallærugeinar og tískil eisini fleiri høli. Hetta hava vit, nú færri næmingar vera næsta ár. Vit hava tí ikki brúk fyri at byggja uppí ella broyta í fyrsta umfari, hóast hølisviðurskiftini hjá okkum hava verið nakað tronglig. Eg vænti, vit koma at klára okkum næsta ár við tí, sum er.
Størri samanbornir við aðrar framhaldsdeildir
Felagsskúlin á Oyrabakka byrjaði í 1974. Hann er enn í dag einasti skúlin í landinum, sum bara hevur næmingar í 8. - 10. flokki.
? Vit halda, at tað er ein góð loysn, bara at hava hesar elstu flokkarnar á sama skúla. Lærarnir fáa tó ikki eina so fjølbroytta uppgávu, sum teir høvdu fingið, um teir eisini undirvístu yngri flokkum.
Hans Erland heldur tó, at lærarnir á skúlanum trívast væl at undirvísa teir eldru næmingarnar.
Hóast tað komandi árini vera færri næmingar á skúlanum, heldur Hans Erland kortini ikki, at hetta tekur grundarlagið undir skúlanum. ? Skúlin er stórur kortini. Samanbera vit okkum við aðrar skúlar, so eru skúlin størri enn eitt nú Tofta skúli, Sørvágs skúli og Vestmanna skúli, tá ið vit bara hugsa um 8. - 10. flokk. Valmøguleikarnir hjá næmingunum á Felagsskúlanum á Oyrabakka verður tí ikki verri, men heldur betri enn hjá næmingunum á áðurnevndu skúlum.
? Tí eru vit kortini ikki so illa fyri, sigur Hans Erland í Brekkuni.