Missa nógvar milliónir um árið

- Trot á arbeiðsmegi ger, at vit missa fleiri milliónir um árið í mistari inntøku, men vit mugu vit sleppa bangilsinum fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking

Vit missa nógvar 

- Trot á arbeiðsmegi kostar okkum fleiri milliónir um árið.
Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, staðfestir, at trotið á arbeiðsmegi er dýrt fyri Føroya Fiskavirking.
Í farnu viku vístu vit á, at trotið á arbeiðsmegi kostar føroysku flakavinnuni minst 300.000 krónur um dagin í mistari inntøku.
Trotið á arbeiðsmegini ger, at virkini fáa ikki virkað fiskin sum tey vilja og sostatt fáa tey heldur ikki tað virðisøking burturúr, sum tey ætlað.
 
Mangla upp í 30%
Stjórin á Fiskavirking kann ikki annað enn váttað hetta. Hann vil ikki seta tøl á, men hann sigur at tað kostar Fiskavirking fleiri milliónir um árið í mistari inntøku, at tað er so ringt at fáa fólk.
Tað eru serliga reinskerarar, sum stórur tørvur er á.
- Tað kemur fyri, at vit mangla eini 30% av reinskerarunum. Tað merkir, at reinskeringin verður ein fløskuhálsur í framleiðsluni og tí fáa vit ikki tann fiskin ígjøgnum, sum vit kundu fingið.
- Tað ger, at vit fáa virkað 30% minni fisk, enn vit annars kundu, høvdu vit nokk av fólki.
Hinvegin vísir hann á, at hóast nógvir raskir reinskerarar eru í Føroyum, hanga teir avgjørt ikki á trøunum, tí tað krevur gott handalag og er strævið.
- Tí er tað ikki sum at siga tað at taka fólk inn av gøtuni at reinskera.
Meinhard Jacobsen heldur, at tað hevur stóran týdning at hava eina stóra útflutningsvinnu fyri eisini at halda lív í innlendisvinnuni.
- Í løtuni innflyta vit fyri eina milliard meiri enn vit útflyta fyri og tað gongur ikki í nógv ár.
Hann sigur, at uppskotið frá formanninum í sambandsflokkinum í Sosialinum í gjár kann verða ein loysn at fáa fleiri fólk at søkja inn í flakavinnuna.
Kaj Leo Johannesen mælti til, at fólk í flakavinnuni fingu ein serligan skattalætta eftir sama leisti sum fiskimenn fáa.
- Tað kann vera ein loysn, sigur Meinhard Jacobsen.
 
Eiga at lata dyrnar upp
Men hetta er ikki ein møguleiki, sum tey hava hugt so nógv eftir á Fiskavirking.
Hinvegin heldur hann tað er neyðugt at vit lata dyrnar upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.
- Sum støðan er nú skylda vit okkum sjálvi, at vit lata útlendingar sleppa til Føroyar at manna tey størv, sum vit ikki fáa mannað sjálvi. Hetta snýr seg ikki um at taka arbeiðið frá føroyingum. Hetta snýr seg um at fáa útlendingar at átaka sær tey arbeiði, vit ikki gera sjálvi.
Hann sigur, at hetta snýr seg heldur ikki um at fáa ein hóp av útlendingum til Føroya at vera.
- Tað snýr seg um at fáa útlendingar til Føroya at gera eitt ávíst arbeiði. Tá ið arbeiðið er liðugt, fara tey avstað aftur. Tað er ein skipan, sum hundraðtals føroyskir handverkarar uttanlands kenna alt til og tað er sama skipan, vit eiga at fáa møguleika til í Føroyum.
Meinhard Jacobsen vísur á, at í Íslandi og Noregi eru flestu lyklafólk ávikavist íslendingar og norðmenn, men ein stórur partur av arbeiðsfólkunum eru útlendingar, sum vanliga arbeiða akkord.
Og tað er sama skipan, hann heldur, at vit eiga at seta í verk í Føroyum.
-Tey hava nakað til sølu, sum vit hava stóran tørv á og tað er arbeiðsmegi. Og tað arbeiðsmegini eiga vit at fáa møguleikan at keypa frá teimum, sigur stjórin í Fiskavirking.
-Hetta er eitt øki, har vit  sum samfelag, við stórum fyrimuni kundi fingið útlendska arbeiðsmegi til Føroya, leggur hann afturat.
- Men í løtuni mugu vit staðfesta at hvat arbeiðsmarknaðinum viðvíkur er alheimsgerðin als ikki rokkin til Føroya enn, hóast øll onnur lond, sum vit kappast við, hava langt síðani fingið hesi viðurskifti í rættlag.