Raksturin av blaðnum hevði ikki givið yvirskot í nógv ár, og tí valdi nevndin hjá Dimmalætting at fáa nýtt blóð í leiðsluna í 2007. 1. apríl varð Árni Gregersen settur sum stjóri hjá Dimmalætting. Her loysti hann Inga L. Samuelsen av sum blaðstjóra, og hann fekk eisini fíggjarligu ábyrgdina á blaðnum. Ein ábyrgd, sum undan hesum hevði verið hjá Hjalgrím L. Samuelsen, ið segði seg úr starvinum stutt eftir, at Árni Gregersen varð settur.
Tað eydnaðist tó langt ífrá hjá Árna Gregersen at venda fíggjarligu gongdini hjá Dimmalætting, har raksturin av blaðnum í fleiri ár hevði givið reyð tøl, men har fíggjarliga støðufestið kortini var gott. Eginognin hjá fyritøkuni var tá 28,4 mió kr., men tann peningurin var mistur longu trý ár seinni. Størsta einstaka orsøkin var keypið av Vinnuvitan og Vikublaðnum, sum kostaði felagnum sera nógv, og hartil gav raksturin framvegis stórt hall.
Umframt bókaðu eginognina hevði roknskapurin sonevnd duld virði. Serliga í bygninginum, sum var bókaður til 8 mió kr., men sum varð seldur fyri meira enn tað tvífalda, tá Dimmalætting varð umskipað. Ognarpartar felagsins í Team 85, Føroyaprent og í Prentmiðstøðini vórðu eisini seldir, og tí fevndi nýggja felagið bert um útgávu av Dimmalætting og tilhoyrandi serbløðum, eftir at virksemið varð umskipað.
Hetta bøtti tó ikki stórvegis um úrslitið. Við árslok 2012 var eginpeningurin negativur við nærum 5 mió kr. Hetta saman við eginpeninginum, sum var við leiðsluskiftið í 2007, og fjaldu virðunum í bygninginum við Smyrilsvegin gevur eina staðfesting av, at Dimmalætting seinastu 6 árini hevur mist væl omanfyri 40 mió kr. Og í morgun merkti hetta, at føroya elsta tíðindablað ikki longur kom á gøtuna.