Um 12.30-tíðina í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum beint vestan fyri Drelnes.
- Tað vísti seg, at bilførarin misti tamarhaldið í hálkuni hesa løtu og rendi í ein grótgarð.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at beint eftir stoytin, komu tveir persónar út úr bilinum.
Soleiðis hava vitni, sum løgreglan samskifti við beint eftir tilburðin, greitt frá.
- Tá tað vísti seg, at her var eingin fólkaskaði, sendu vit bara løgregluna á staðið, sigur vaktleiðarin.
Lagt verður aftrat, at hálka helst var orskin til, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, sær út til, at tað serliga er gronin á bilinum, sum hevur tikið í stoytinum.