Føroyska U21-landsliðið spældi í dag næstseinasta dystin í EM-undankappingini. Føroyar, sum undan dystinum var á næstaftasta plássi, fekk vitjan av aftasta liðnum, Litava, ið vann fyrra dystin ímóti Føroyum 3-0.
Gestirnir løgdu seg á odda 1-0 eftir einum lítlum korteri, tá ið Edgaras Utkus sendi eitt fríspark beinleiðis í netið, men Føroyar svaraðu aftur góðar 10 mintutir seinni, tá ið Adrian Justinussen fann ein púra leysan Meinhard E. Olsen, sum ótarnaður slapp at stúta bóltin í málið til 1-1.
Tað leikti fyri tað mesta javnt á, men Føroyar høvdu eina rúgvu av skotroyndum í seinna hálvleiki og vunnu sær sum fráleið eitt gott tak á dystinum, sum ímóti endanum var darvaður av tí nógva vindinum.
Seks minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Føroyum at leggja seg á odda 2-1. Hornasparksinnlegg datt niður við afturu stong, har Jákup Thomsen stútaði til Jákup B. Andreasen, sum stútaði bóltin í málið til 2-1 til Føroyar.
Júst sum Føroyar vóru væl á veg at fáa øll trý stigini, so fekk Litava í yvirtíðini brotsspark, tá ið Benjamin Heinesen feldi ein mótstøðuleikara. Justas Lasickas tók sær av tí og syrgdi fyri, at tað endaði við 2-2-javnleiki.
Við javnleikinum í dag varðveita Føroyar fjarstøðuna í bólkinum til Litava, sum er tvey stig aftanfyri Føroyar. Føroyar spæla seinasta dystin í bólkinum týsdagin á útivølli ímóti oddaliðnum, Danmark.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri:
Føroyar – Litava 2-2
0-1: Edgaras Utkus, 13.
1-1: Meinhard E. Olsen, 26.
2-1: Jákup B. Andreasen, 84.
2-2: Justas Lasickas, 92. (br.)
Liðugt: Føroyar mistu sigurin á stokkinum, men við eina stiginum í dag halda vit Litava aftanfyri okkum í bólkinum.
92min.: MÁL! 2-2! Justas Lasickas setir brotssparkið í netið.
92min.: Benjamin Heinesen fellur ein litava í brotsteiginum, og dómarin bríkslar fyri brotssparki.
90min.: Fýra minuttir eru lagdir afturat.
89min.: Gult kort! Jóannes Bjartalíð fyri at – skilagott – steðga einum lovandi álopi hjá Litava.
88min.: Hornaspark til Litava. Tað kemur væl innfyri, men litavar fáa ikki rættiligt skot á.
84min.: MÁL! 2-1 til Føroyar! Hornasparksinnleggið dettur niður við afturu stong, har Jákup Thomsen stútar til Jákup B. Andreasen, sum síðani stútar bóltin í málið til 2-1 til Føroyar.
83min.: Góður møguleiki til Føroyar! Ein ótroyttiligur Ari Olsen rennur tað mesta av vøllinum og leggur av til Meinhard E. Olsen, sum smekkar til. Bólturin fer í ein mótstøðuleikara og beint framvið málinum. Hornaspark.
81min.: Vindurin darvar. Føroyar fáa eitt tilvildarligt hornaspark, men tað verður ikki vandamikið.
78min.: Føroyar fremja sína triðju og seinastu útskifting. Dan í Soylu kemur inn fyri Betuel Hansen.
75min.: Illveðrið hevur nú rakt høvuðsstaðin, men tað er heppið, at Gundadalur er tiltikin veðurgóður, og at tað framvegis er spælandi.
74min.: Góð skotroynd frá Litava, sum fer beint upp um málið.
73min.: Føroyar gera sína aðru útskifting. Benjamin Heinesen kemur inn fyri Adrian Justinussen.
72min.: Eitt langskot hjá Litava rakar í eitt føroyskt kropsskinn og er um at snýta Karstin Hansen, men bólturin fer tíbetur út til horna.
70min.: Litava nærmast brotsteiginum og innskifti Matas Vareika roynir seg, men skotið vantar bæði ferð og neyvleika.
69min.: Nú er fitt av vindi á Tórsvølli.
68min.: Aftur ein skotroynd útifrá. Hesaferð Meinhard E. Olsen, men aftur fer bólturin framvið.
62min.: Adrian Justinussen roynir seg við vinstra beini úr 25 metrum. Skotið fer beint framvið nærmaru stong. Vit eru væl við í løtuni.
60min.: Jákup Thomsen verður spældur væl beint frammanfyri miðjuna og setir beina kós ímóti málinum hjá Litava, men royndin úr spískum fer tveir metrar framvið handaru stong. Har var tætt við, at vit fangaðu Litava høgt uppi á vøllinum.
51min.: Gult kort! Adrian Justinussen fyri at steðga lovandi álopi hjá Litava.
46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.
Hálvleikur: Javnleikur 1-1.
45min.: Gott føroyskt uppspæl endar við at Meinhard E. Olsen roynir seg úr 20 metrum, men royndin fer væl framvið málinum.
39min.: Føroyar mugu skifta út. Bartal Wardum tekur seg til lærið ella lærkrikan og fær ikki hildið fram. Í hansara stað kemur KÍ-leikarin, Ólavur Niclasen.
36min.: Ari Olsen roynir kanónina úr 25 metrum, men málverjin hjá Litava bjargar út til hornaspark.
35min.: Litava er aftur í álopi. Daniel Romanovskij roynir seg við góðum skoti úr 17 metrum, men rakar á stongina.
29min.: Litava fer í álop við nógvum monnum. Teir spæla eisini væl har frammi, men aftur var føroyska miðverjan upp á pláss og vardi fyri skotroynd.
26min.: MÁL! 1-1! Eftir innlegg frá Adriani Justinussen er Meinhard E. Olsen púra leysur og stútar bóltin í málið til 1-1.
24min.: Hornaspark til Føroyar, eftir at Meinhard E. Olsen roynir seg og rakar verjuleikara hjá Litava. Litaviski málverjin loftar hornasparksinnlegginum.
20min.: Litava spælir seg aftur í góða støðu, men føroyska verjan kemur í vegin í evstu løtu. Gestirnir spæla væl í løtuni.
16min.: Hornaspark til Litava. Teir leggja innfyri, men stúta bóltin upp um.
13min.: MÁL! 1-0 til Litava! Bjarni Petersen er óheppin, tá hann glíður og ger fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Edgaras Utkus skjýtur bóltin í nærmara horn, og hóast Karstin Hansen júst nær at fáa hondina á, so fer bólturin í mál til 1-0 til Litava.
9min.: Føroyar royna seg við sending, og tað er um reppið, at Meinhard Olsen fær prikað bóltin tætt undir málinum.
7min.: Nú fór at oysregna á Tórsvølli.
6min.: Litava spælir seg fram í feltið og vil hava, at Ari Olsen ger brotsspark, men tað hevði lítið upp á seg og dómarin lat ikki við seg koma.
4min.: Føroyar hava havt fyrsta hornasparkið, men einki spurdist burturúr.
1min.: Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: Tað er eitt lot á Tórsvølli, men fótbóltslíkindi eru tó rímilig. Tað er turt í løtuni og ikki serliga kalt.
Undan dystinum: Dómari í dag er úr Noregi, og hann eitur Rohit Saggi.
Byrjunaruppstillingar
Føroyar: Karstin Hansen - Ari Olsen, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Jóannes Danielsen - Adrian Justinussen, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Meinhard E. Olsen - Jákup L. Thomsen
Litava: Titas Krapikas – Aleksandr Levsin, Ricardas Sveikauskas, Sigitas Olberkis, Pijus Sirvys – Edagaras Utkus, Giedrius Matulevicius, Justas Lasickas, Daniel Romanovskij – Eligijus Jankauskas, Justinas Marazas