Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevur vitjað umborð á ísfiskatrolaranum, Heyki, sum Faroe Origin í Runavík eigur og rekur.
Heykur og Falkur komu sum nýbygningar úr Spania til Føroya beint undan jólum í 2007. Skipini eru til 10 ára klassing, og tá skulu motorarnir hava eitt høvuðseftirlit. Fyri fimm árum síðan vóru teir eisini til høvuðseftirlit.
Esbern Lervig er annar av maskinmeistarunum umborð á Heyki, sum hann hevur siglt við í samanlagt seks ár.
Hann sigur við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at motorurin á Heyki hevur gingið í 79.405 tímar í hesi sløku 10 ár - og motorurin á Falki hevur gingið tilsvarandi tímar.
Um hann hevur roknað rætt, sum maskinmeistarin tekur til, so gevur hetta slakar 22 tímar gongd í miðal um samdøgnið hesi sløku 10 árini. Í miðal hava trolararnir verið 330 dagar til fiskiskap um árið.
- Hetta er sera nógv, eisini tá hugsað verður um, at partrolararnir landa umleið áttanda hvønn dag, heldur hann fyri.
Vanliga koma partrolararnir inn klokkan 06 um morgunin og fara avstað aftur umleið 12 tímar seinni. Tí kann sigast, at skipini eru bæði nógv og væl rikin.
Høvuðsmotorur og ljósmotorar á Falki hava verið til eftirlit, og skipið partrolar nú við Rankan.
Bæði høvuðsmotorarnir á 1300 HK og ljósmotorarnir eru av slagnum Mitsubishi og hava roynst sera væl. Tað er Mekanik í Runavík, sum umboðar motorarnar.
- Tað er Klaksvíkar Sleipistøð, sum yvirhálar og hevur eftirlit, veit sjómanstrúboðarin at siga í dag.