Mitt Romney vann

Mitt Romney vann í nátt uppstillingarvalið hjá republikanarunum í statunum Michigan og Arizona. Valið í Michigan var serliga spennandi og harafturat avgerandi fyri Romney, tí hann er føddur og uppvaksin har, og pápi hansara var guvernørur har í fleiri ár.

Kortini bleiv sigurin í Michigan rættiliga tepur, tí sambært CNN fekk Mitt Romney 41 prosent av atkvøðunum, meðan hansara harðasti kappingarneyri, Rick Santorum, fekk 37 prosent.

CNN veit eisini at siga, at Mitt Romney hevur vunnið í Arizona, men nevnir eingi tøl haðani. Tað var væntandi, at Romney fór at vinna har, tí í Arizona eru rættiliga nógv fólk mormonar eins og Romney.

Við sigrinum í Arizona hevur Mitt Romney tryggjað sær 156 valmenn til tann endaliga uppstillingarfundin hjá republikanarunum.