Kvinnurnar hjá Mjølni hálaðu seg upp á triðja plássið í meistaradeildini í flogbólti við einum 3-0 sigri á Drátti í Badmintonhøllini í Klaksvík tíðliga seinnapartin í dag.
Fyrsta settið vann Mjølnir trygt 25-15. Dráttur beit væl frá sær í øðrum setti, men Mjølnir hevði ein góðan endaspurt og vann settið 25-20. Triðja settið vann Dráttur trygt 25-14.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá flogbóltsfrásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Elisabeth Purkhús var viðmerkjari, og Elisabeth tók eisini samanum settini og dystin í síni heild.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Fríðgerð Høgnadóttir Hansen og Anu Bogdanovic hjá Mjølni aftaná dystin.
Óli G. Samuelsen royndi at fáa fatur í einum umboði fyri Drátt til eina samrøðu, men fyri aðru ferð hetta kappingarárið bar hetta ikki til.