Mjølnir-finalurnar

TB og Fleyr tryggjaðu sær í heyst atgongd til steypafinalurnar í flogbólti. Nú skulu makkararnir til tey bæði liðini finnast

Hjá kvinnunum stendur dysturin millum SÍ og ÍF, sum bæði hava staðið seg sera væl í landskappiongini.
Hjá SÍ er hetta bara næsta árið, at liðið er partur av fremstu deildini, men framgongdin hjá liðnum hevur verið sera sjónlig. Liðið er á næst ovasta sessinum í landskappingini, og hóast manningin er ung, so eru royndir leikarar á liðnum. Karin Mikkelsen er ein av berandi leikarunum á A-landsliðnum og í ár spælir eisini Helga Nordendal við SÍ.
tir ógvuliga vánaliga kappingarbyrjan tykist ÍF-liðið at hava fótað sær. Liðið er styrkt við einum útlendskum leikara, og tað hevur givið munandi betri slagkraft í álopinum. Nakað, sum hevur manglað áður.
ÍF hevur royndari leikarar enn SÍ, og seinastu úrslitini í landskappingini vísa, at dysturin sunnudagin saktans kann gerast javnur og spennandi. Avgerandi verður, hvat av liðunum kann stýra nervunum betur. SÍ var í finaluni í Fleyrkappingini. Tað er ein fyrimunur, men tá var spælið merkt av ov nógvum nervum. Kann SÍ bøta um hetta hesaferð, so er møguleikin góður, men man ÍF ikki hava onkran trumf.

Mansfinalan
Einaráðandi liðið seinasta kappingarár, SÍ, hevur hetta kappingarárið ikki verið líka sterkt. Manningin er ikki tann sama, og serliga er munurin, at Borko Ilic er farin í Fleyr at spæla. Borko er sera góður spælari, serliga tá ið nógv stendur á. Fyri SÍ hevur hetta merkt, at móttøkan er ikki so trygg sum áður, og í álopinum eru ikki so nógvir streingir at spæla á.
Fleyr hevur víst gamla styrki. Serliga fyrst í kappingarárinum var liðið munandi sterkari enn øll hini. Manningin er góð og hevur drúgvar royndir. Men so er tað tað& Hvussu uppsettir eru leikararnir? Tí Fleyr hevur longu tryggjað sær pláss í steypafinaluni. SÍ harafturímóti hevur alt at stríðast fyri. Teir vunnu seinasta landskappingardyst ímóti Fleyr, og teir hava ein trumf afturat. Ragnar í Haraldstovu er fluttur heim aftur, og hann er við á SÍ liðnum. Sostatt má SÍ metast at vera lítil favorittur sunnudagin í Klaksvík.

Góðir karmar
Flogbóltssambandið roynir at gera sítt til, at karmarnir um finalurnar skulu vera so góðir sum gjørligt. Taraflexgólvið verður breitt út í KÍ-høllini í sambandi við finalurnar. Ein av stóru fyrimunum við hesum serliga flogbóltsgólvinum er, at tað kann verða lagt út í hvørji høll í landinum, tað skal vera. Tað ger sítt til, at serligur dámur verður í dystunum. Sostatt fáa leikararnir tær umstøður teirra dygdir hava uppiborið.
Mest roynda dómaraparið í landinum, Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen døma dystirnar.