Mjølnir – sum í løtuni liggur nr. 2 - skal í kvøld klokkan 19.30 møta Drátti í Høllini á Giljanesi – sostatt verður tað toppur og botnur sum møtast, men hetta er kanska ikki rætta myndin, tí seinasta vikuskiftið gjørdist Dráttur vinnari av Mjølnir-kappingini.
Tískil kann alt henda í kvøld, tí Dráttur hevur seinastu tíðina havt stóra framgongd, eins og liðið hevur fingið tilgongd av Barbaru Herdalur Poulsen, sum ikki hevur verið við fyrsta partin av landskappingini. Hetta er ein fongur hjá liðnum.
Ein dystur skuldi verið leiktur í Trongisvági í gjár millum TB og KÍF, men hesin varð útsettur vegna veður.
Fleyr er á odda í landskappingini við 15 stigum fyri seks dystir, men Mjølnir eru beint í hølunum við 14 stigum fyri 5 dystir. KÍF liggur á triðja plássi við 8 stigum fyri 5 dystir og TB á fjórða plássi við 6 stigum fyri 6 dystir. Aftast liggja SÍ og Dráttur við fýra stigum fyri seks dystir.