Mjølnir taptu enn einaferð

Flogbóltur, kvinnur: Eftir at tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Mjølnirkvinnunum meginpartin av árinum hevur gingið eitt sindur verri í seinastuni. Tær taptu fyri aðru ferð um vikuskiftið. Hesaferð vann TB 3-2 móti meistarunum úr Klaksvík

TB a ? Mjølnir 3-2

( 15-9, 7-15, 15-11, 1-15, 15-10)


Tað hevur gingið ógvuliga væl í hond hjá Mjølnirkvinnunum í ár. Tær hava verið so nógv tað besta liðið í ár, og orsøkirnar hava vit nevnt fleiri ferðir, á hesum síðum. Liðið hevur eina breidd, sum ger, at hini liðini hava sera torført at standa seg ímóti verandi og komandi meistarunum.

Móttøkuspæl klaksvíkinga er einastandandi gott, og tá tað nú einaferð er móttøkan, sum leggur grundina undir álopsspælið, so er tað ein av orsøkunum til, at Mjølnir hava verið heilt suverenar í ár.

Men, sum árið hevur nærkast móti endanum, so er spælið hjá Mjølnir fari at halta eitt sindur. Onkrir stuðulsleikarar hava ikki verið við allar dystirnar, og tí hevur liðið verið fyri tapið; eitt nú móti Drátti á Giljanesi fyri ikki so langari tíð síðani.

Men tað bilar ikki so nógv, tí meistaraheitið er so at siga heima. Enn er møguligt hjá Fleyr at taka heitið frá Mjølnir, men so skal klaksvíksliðið tapa alt sum eftir er ? og tað gera tær ikki.

Um vikuskiftið leiktu klaksvíkskvinnur ikki færri enn tríggjar dystir. Tveir teirra vóru móti sama liðið, TB b, annar heima og hin úti. Triði og seinasti dysturin var móti TB a á Tvøroyri, og tað var tann dystin tær taptu. Dystirnar móti TB b vann Mjølnir báðar tveir 3-0.


TB var betri

Tað hevur gingið eitt sindur upp og niður hjá TB a í ár. Tær hava sera ungt fólk á liðnum, og tað merkir, at tað skuldi verið góð flogbóltsframtíð á Tvørroyri. Eitt sindur skiftandi hevur úrtøkan verið, og orsøkin er tann, at leikarar úr betra endanum ikki eru við meira.

Men, sum altíð er, so kemur maður í mans stað, ella kvinna í kvinnu stað, um vit skulu siga tað so.

Og tað hevur bara hilnast væl. Í fyrsta settinum vístu tvørágentur, at tað ikki er av tilvild, at tær liggja ovarlaga í meistaradeildini. Tær leiktu væl um allan vøllin. Tær dugdu væl at leggja Mjølnir undir trýst, og tað var eftir øllum at døma nakað, sum Mjølnir ikki dugdi at sstanda ímóti henda sunnudagin.

Fyrsta settið endaði við 15-9 sigri til TB a.


Skiftust um at vinna

Tað var sum um tað fyrsta settið, koyrdi undir Mjølnir. Tær høvdu tapt ruddiliga, og tað vildu tær ikki hava sitandi á sær. Tí kom futtur í tær og við teimum gomlu leikarunum á odda løgdu tær trumfin á borðið og tað var nóg mikið til at fáa annað sett til høldar við úrlsitinum 7-15.

Triðja sett koppaði aftur hinvegin. TB fekk aftur tamarhald á spælinum, og hetta settið spældu bæði liðini góðan og effektivan flogbólt. TB a hevur leikarar, sum sláa hart og kontant tá høvi býðst, og tað hendi seg nakrar ferðir henda sunnudagin á Tvøroyri.

Sama ger seg galdandi á Mjølnirliðnum, og tá tað so fyri einaferð skyld hendur í sama setti fyri bæði liðini, ja so er talan um eitt spennandi sett.

Tað var júst tað sum hendi og tí var triðja sett rættiliga javnt. Men tað var kortini TB a, sum var omaná og Mjølnir, sum royndi at fylgja við, tó uttan heilt at megna tað. Tí endaði settið við, at TB a vann 15-11.


Fyrst annan vegin ?

At tað var talan um sama TB-lið í fjórða setti, sum í triðja, sást einki til, tí tær vórðu so hølvaðar ígjøgnum av klaksvíkskvinnum. Mjølnir avgjørdi heilt einfalt settið við teimum fyrstu servunum, sum tvørákvinnur einki vápn høvdu ímóti.

Mjølnir vann fjórða sett so ruddiliga sum 15-1, og tað merkti, at nú var støðan 2-2, og at farast skuldi undir fimta og seinasta settið, sum jú verður leikt eftir serligum reglum.


? og so hin vegin

Av tí at tað var Mjølnir, sum átti so nógv tær bestu servurnar í fjórða setti, kundi hugsast, at tað vóru tær, sum fóru at verða tær drúgvaru, tá saman um kom. Men so var kortini ikki, tí tað vóru TB-genturnar sum komu afturíatftur.

Tær fingu enn einaferð skil aftur á spæli, og tað var jú ikki so galið, serliga tá ein hugsar um, at tær vóru smurdar av setti frammanundan.

Tað, sum eftir var av settinum kláraðu tvørágentur at halda høvdi kalt og tískil vunnu tær fimta sett 15-10 og harvið dystin 3-2.


Upp á triðja pláss

Við sigrinum móti Mjølni sunnudagin fór TB a fram um Drátt og upp á triðja pláss í meistaradeildini. Tvørágentur hava nú 16 stig fyri 18 dystir, meðan Dráttur hevur 15 stig, fyri sama tal av dystum. Liðini hava hvør sínar tveir dystir eftir, og tí er torført at siga í verandi løtu hvat av liðunum fer avstað við bronsumerkjunum.

Og tað er ikki so langt upp á annað plássi, har Fleyr liggur, tí tær eru bert eittans stig frammanfyri TB a og tað merkir, at um ikki Fleyrkvinnurnar ansa sær, so kann TB a snýkja seg framum og taka silvurmerkini frá teimum.

Meistarari er eingin ivi um hvør verður. Mjølnir hevur verið so nógv tað besta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum í ár, og tí er tað so ruddiliga uppiborið, at tær endurtaka bragdi frá í fjør.