Moby The Pink Pilot vann tónleikakappinigina Fm08 leygarkvøldið
Argjabólkurin Moby The Pink Pilot vann tónleikakappinigina Fm08 leygarkvøldið í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Nummar tvey gjørdist Eysturoyarbólkurin Collapse og á triðja plássi kom bólkurin 3st.
Vinningurin til Moby The Pink Pilot er 5 dagar í studio Oyravox við teknikara, umframt møguleikan at spæla á Summarfestivalinum, G! festivalinum og á Føroya Festivalinum 2009.
Tað vóru fýra mans, sum spældu við Moby The Pink Pilot leygarkvøldið: Fróði Hansen, sang og trummur, Niels Jákup í Jógvanstovu, bass, Bartal Augustinussen á gittara og Mattias D. Kapnas á keyboards.