Tað er so hugaligt at fáa kongaliga vitjan - og tað fingu vit í gjár, tá Margreta drotning og Hendrikkur prinsur komu á vitjan. Og tey skulu vera hjartaliga vælkomin. Drotningin kann gleða fleiri fólk, sum sleppa at heilsa upp á hana - og onnur njóta eisini gott av kongsvitjanini, tí um ikki annað, so verður lokala umhvørvið fríðkað til høvið.
Hinvegin kunnu vit seta spurnartekin við, um nøkur meining er í at hava ríkið skipað við konstitutionellum monarkii. Onnur framkomin lond hava ein forseta í staðin. Hesa skipan kenna vit eitt nú í Íslandi og í Finnlandi. Tey eru eisini glað fyri sín forseta - og verða tey troytt av honum, so sleppa tey at skifta hann út. Men tað sleppa vit ikki.
Nú drotningin vitjar, so fáa okkara kosnu fólk frið eina løtu - sleppa frá at stríðast um sparingar og skerjingar - og kunnu kenna seg væl í góðum selskapi í nakrar dagar. Hinvegin so kunnu vit ikki lata vera við at seta spurningin: Hvussu nógv kostar hetta? Man hendan drotningavitjanin ikki kosta føroyskum og donskum skattgjaldarum gott og væl javningina av fólkapensjónini fyri næsta ár, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið? Ella sparingar á skúlaøkinum?
Alt er sjálvandi ein spurningur um prioritering. Men ikki bara tað. Vit hava jú eitt demokrati, sum fyrr í mánaðinum kundi hátíðarhalda 161 ára dagin fyri grundlógini. Hvussu ber tað so til, at vit øll - frá afturhaldssinnaðum sambandsfólki til víðgongd tjóðveldisfólk - leggja okkum fløt fyri monarkinum?
Drotningin hevur eisini hesaferð heiðrað fólk - bæði vanlig fólk, sum fáa heiður fyri trúgva og drúgva tænastu, men eisini tey, sum fáa sítt bringuprýði, tí tey av tilvild røkja eitt ávíst starv, nú drotningin er her. Tjóðvelidsfólk og javnaðarfólk - næstan øll altso - takka vanliga per prinsipp nei til riddarakross. Tað er sjálvandi ein rørandi heiður, tá ovasti monarkurin pyntar tær bringuna soleiðis, men álvaratos... Hvat er poengið? Er tað fyri at politikararnir skulu vera betri politikarar, ella er tað tí, at teir skulu verða fittari við kongshúsið? Monarki er í øllum førum ikki demokrati. Tað áttu vit sum framkomið fólkaræði at respekterað.
» Onnur framkomin lond hava ein forseta