Umleið 100.000 vaksin fólk í Danmnark hava ADHD-brekkið ella DAMP, uttan at tey vita av tí -Vit hava hildið, at DAMP-børn vuksu frá trupulleikanum, men so er ikki, og tí hava vit umleið 100.000 fólk, sum líða, uttan at tey vita hví, sigur Per Hove Thomsen, professari, við Jyllands-Postin í morgun.
Professarin sigur, at mong av teimum, sum hava DAMP, enda í kriminaliteti, og tey eru eisini sera væl umboðað í teimum donsku fongslunum samanborið við aðrar bólkar, sigur hann.
Per Hove Thomsen sigur við blaðið, at viðgerð við heilivági kann hjálpa teimum flestu burtur úr trupulleikanum, so tey fáa eina betri tilveru.