Síðan fyrst í november mánað hevur arbeitt verið við at gera skoytibreytina á Vaglinum í Havn klára til veturin. Í morgin letur skoytibreytin upp fyri almenninginum.
BROYTING: Skoytibreytin letur ikki upp í morgin kortini
Ætlanin er at hava opið til á leið hálvan januar. Upplatingartíðirnar verða eins og seinasta vetur:
Mánadag – Fríggjadag: 14 – 22
Leygardag: 10 - 22
Sunnudag: 14 – 22
Undantøk verða um jóltíðir og á nýggjárinum.