Morgundøggin er vøkur

Á fløguni Morning Dew hjá Høgna Lisberg eru trý løg, ið øll kundu kappast um at gerast ársins lag í Føroyum, hetta var greitt longu tá, at eg hevði lurtað eftir fløguni eina ferð, men álíkavæl er hetta ivaleyst truplasta fløga at ummæla, ið eg nakrantíð havi ummælt.




Høgni Lisberg er ein tann gávuríkasti føroyski tónasmiðurin. Hetta var eyðsýnt á fyrstu fløguni Most Beautiful Things, ið Høgni gav út fyri nøkrum árum síðan, og á nýggju fløguni Morning Dew vísir Høgni enn einaferð, hvussu gávuríkur hann er. 28. november kom fløgan út, eg fekk hana um tað mundið, og tað er ikki fyrr enn nú aftan á, at eg havi lurtað 15 ferðir eftir fløguni, at eg meti meg kunna ummæla hana. Longu tá eg hevði lurtað eina ferð eftir fløguni, vóru trý løg, ið fangaðu. Vakra Morning Dew, Ráa rokklagið Learn To Ride On Waves og Oasiskenda tulkingin av All along The Watchtower hjá Bob Dylan
 
Nógv mentur
Høgni hevur ment seg sum lagasmið, sum sangara og gittarleikara síðan fyrru útgávuna, og hetta kemur til sjóndar í nógvum løgum m.a. í teirri fantastiska vøkru balladuni Morning Dew. Lagið er óvanliga vakurt og næstan gandakent. Á hesum lagnum koma gávurnar hjá ljóðblandaranum og sam-framleiðslustjóranum Óla Poulsen serliga til sín rætt. Styrkin og veikleikin hjá Óla Poulsen liggja vanliga eftir mínari meting í tí vakra og poppkenda, og á hesum lagnum gerst vakurleikin stórsligin á heilt rættan hátt. Hetta er tíanverri eitt av teimum fáu støðunum á fløguni, at nakað ordiliga gott kemur burtur úr hesum samstarvi.
 
Nógv penari
Fyrra fløgan hjá Høgna var eitt sindur rá og hvøss í kantunum, upptøkur og ljóðbland tyktust so erlig og vøkur á ein skitnan hátt. Hetta riggaði væl bæði til tónleikin og til røddina hjá Høgna. Innanfyri hetta slagið av Singer/Songwriter tónleiki eru so øgiliga nógv, ið bjóða seg fram. Men The Most Beautiful Things breyt frá og var eitt sindur serlig. Nýggja fløgan er tíanverri nógv penari framleidd, og hetta ger, at nógv av teimum annars góðu løgunum detta burtur ímillum. Tey eru ikki ring, men heldur ikki so fangandi. Satt at siga, hevði eg lurtað 10 ferð eftir fløguni uttan at hava nakra meining um nógv av løgunum. Tey gjørdust næstan av sær sjálvum bakgrundstónleikur. Ikki tí hetta nýtist at vera ringt, men tað er torført at ummæla og løgini hjá Høgna hava uppiborið okkurt betur. Tí setti eg meg niður og lurtaði heldur neyvari. Eg hvakk eitt sindur við, tá eg dugdi at syngja við í flest øllum av teimum løgunum, ið eg annars ikki hevði nakra meining um.
 
Eitt sindur óheppið
Eg haldi ljóðblandið í støðum  vera rættiliga óheppið. Tí fleiri av løgunum eru góð poppkend løg, so sum kovboybandittalagið Just Dig  og fitta lagið Love Letters ella góða popplagið Desert. Hesi løg vunnu øll nógv við neyvu lurtanini. Serliga vakra Love Letters, ið er ein duett við songkvinnuna Janu Hjallgrímsdóttir, ið er best kend úr bólkinum Marigold. Røddirnar hjá Høgna og Janu rigga væl saman, og duettin klæðir fløguni. Men hetta er ljóblandað so fitt og pent, at tað onkursvegna gerst keðiligt. Hetta gerst serliga sjónligt í lagnum Stargazers, ið sjálvt ikki við neyvum gjøgnumlurtanum megnar at vinna meg sum áhoyrara, tað er stutt sagt ov keðiligt.


 
Á Viva La Republica hjá 200 vísti Óli Poulsen heilt óvæntaðar dygdir, tá tað snýr seg um at ljóðblanda ráan og larmandi rokktónleik soleiðis, at hann ljóðar sum poppur, og um hann er nóg skitin missur hann ikki sítt rokkvirði. Hesar dygdir koma eisini til sjóndar á lagnum Learning To Ride On Waves. Hetta er nógv tað besta lagið á fløguni, og er so skitið og rátt, at sjálvt ikki poppfingrarnir hjá Óla megna at taka hetta frá lagnum. Men tað er samstundis eins og 200 fløgan nóg poppkent til, at breiða fjøldin kann svølgja tað.
 
Ein frægd fyri rokkoyra
Eisini tulkingin av All Along The Watchtower er frálík. Hetta er besta útgáva, ið eg havi hoyrt av lagnum, og við greiðum ávísing til Oasis er Dylan klassikarin eitt sonn frægd fyri rokkoyra. Høgni syngur lagið, sum um hann átti tað. Eg haldi, at henda djarva tolkingin vísir hvussu dugnaligur 23 ára gamli leirvíkingurin er, ikki bert sum lagasmiður, men eisini sum sangari og tónleikari.
 
Ein fløga eg eri góður við
Heildarupplivingin er merkt av, at trý av løgunum eru heilt fantastisk. Tey eru av sovorðnari dygd, at øll áttu at átt fløguna. Restin av fløguni er í støðum heilt góð, og ongastaðni ring. Hetta er ein fløga, ið nærum øll kunnu lurta eftir, og sum eg eri vorðin sera góður við. Tó sakni eg skitna Høgna.