Valið hjá nýggju leiðsluni í ÚF at strika endursendingina av morgunlestrinum virkar bæði arrogant og óumhugsað. Vónandi verður mistakið rættað sum skjótast.
Dagligt breyð hjá teimum gomlu
Sjálvur eigi eg eina 88 ára gamla ommu. Hon býr heima og er sera frísk og væl fyri. Hon elskar at byrja dagin við einum drekkamunni og morgunlestrinum. Eg haldi, at hon fær eina góða felagskenslu av at lýða á og syngja við, ímeðan orðið fer um alt landið. Hon er sera vónbrotin av avgerðini hjá ÚF-leiðsluni. Hon heldur, at dagurin er nóg fyltur við undirhaldi og tónleiki og skilir ikki, at man tekur hesa løtu við signing burtur uttan víðari. Hin omma mín, sum nú er deyð, sat altíð klár við sálmabókini og sang við, tá ið morgunlestur var á skránni.
Hetta við morgunlestrinum er ein so stórur partur av serføroyska kristna siðaarvinum, at tað er óskiljandi, sum fer fram í løtuni. Eisini er tað at siga, at tað eru ikki bert tey gomlu, sum hava gleði av morgunlestrinum. Tað eru fólk í øllum aldri, sum fáa gleði og signing av hesi løtu.
Public Service
At senda tað í SvF í staðin er als ikki tað sama. Tá verður Tingvarpið avbrotið, sum eisini er Public Service. Áhugavert kundi eisini verið at sæð hasa kanningina, sum ÚF-leiðslan sipar til. Sum eg havi skilt, var lurtað minni eftir ÚF frá kl. 10 og úteftir í forhold til fyrr um morgunin. Tað kann eisini vera, tí at fólk hava ikki somu stundir at lurta eftir kl. 10. Og hvat so um fólk skifta eina løtu eftir kl 10? ÚF fær nogvar lurtararnar aftur til tíðindini á middegi.
Vit liva í eini tíð, har fólk hava lætt við at skifta ímillum ymisk tilboð. Tað er eisini eitt frælsi, sum vit øll hava. Eg veit ikki, hvar hesin tvangstankin kemur frá at skula hava fastatøkur á lurtarunum alla tíðina. Sjálvt BBC, sum helst er ein av heimsins bestu Public Service støðum, hevur ikki lurtarar og hyggjarar alla tíðina.
Tað munnu vera fáar sendingar sum raka so væl Public Service hugtakið, sum júst morgunlesturin - her er gott og uppbygjandi innihald, sum varðveitir føroyska mentan og siðaarv. Tað er skrivað av vælútbúnum fólki, sum duga væl at orða seg og nýta vakurt føroyskt mál. Innihald og formur eru á einum høgum støði.
Fjølbroytni í ÚF
Føroyingar eru sera góðir við ÚF, tí tað hevur givið okkum so mangt gott í ein mansaldur. Har hevur verið fjølbroytt tilfar - ikki minst til børnini og tey eldru. Hjá mongum eldri fólki stendur tólið stillað inn á ÚF allan dagin.
Tá ið Morgunlesturin byrjaði í ÚF fyri umleið 50 árum síðani, var tað relativt stórur partur av sendiflatuni, tí ÚF sendi ikki so nógvar tímar. Í dag sendir ÚF alt døgnið og roynt verður at trýsta morgunlesturin niður í næstan onki. Tað sær út, sum arvurin eftir eitt nú Axel Tórgarð ikki er høgt í metum hjá stovninum í dag. Men tað er skjótt at bróta niður. Tað kann tykjast sum um, at tað er farin fram ein heldur stór útskifting í ÚF, har man ikki í nóg stóran mun hevur ”gefühl”, men heldur hugsar um marknað og lurtarakanningar.
Hvat fáa vit ístaðin kunnu vit spyrja? Jú morgunsendingin verður strekt 10 minuttir longur, helst við minst einum lagi. Um vit koyra endursendingina av morgunlestrinum burtur, missa vit meira fyri minni.
ÚF missir onki, um føroyingar eru góðir við aðrar rásir eisini.
Klaksvík, 28. Januar 2009