Framyvir verður morgunlesturin á Rás2. Útvarpsstøðin í Vágsbotni yvirhálar enn einaferð Kringvarpið og fer framyvir at varpa morgunlestur hvønn morgun klokkan 9.50 Morgunsangurin hjá Rás2 er komin í lag sum eitt samstarv millum Fólkakirkjuna og Mentamálaráðið, í fyrsta lagi sum eina roynd í eitt ár.
Tað verða prestar í fólkakirkjuni og samkomurnar kring landið, sum skiftast um lesturin eina viku í part.
Men eingin morgunlestur uttan sang. Tí verður stór felags sangløta í Vágsbotni í dag klokkan 14, har øll eru vælkomin at syngja við. Fólk verða tí biðin um at taka nýggju sálmabókina við. Sangurin verður upptikin og brúktur til morgunlestrarnar.
- Vit vóna, at nógv fólk møta upp, tá sálmasangurin verður, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, sum tó hevur tryggjað sær, at Dómkirkjan stendur opin, um tað ikki viðrar.
Sum sagt er tiltakið skipað í samstarvi við Fólkakirkjuna.
- Vit eru sera fegin um, aftur at hava fingið innivist í almenna loftrúminum. Tað hevur harmað okkum og trúgva lurtaraskaran almikið, at Kringvarpið tók endursendingina av morgunlestrinum av skránni, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, ið verður sjálvur fyrstur at lesa morgunlesturin.
Eisini landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnast um samstarvsavtaluna við Rás2.
Sambært henni, hava royndir at ávirka Kringvarpið til at seta morgunlesturin á skránna aftur, verið úrslitaleysar. Eitt nú tí stýrið hevur evsta valdið í Kringvarpinum. Tí fær landsstýriskvinnan onki gjørt við vónleysu støðuna, sum morgunlesturin í Kringvarpinum nú er komin í.
- Morgunlesturin er ein partur av public-service skylduni, og tí havi eg valt at útlisitera hendan partin til Rás2, sum nú sleppur at røkja hesa skyldu hetta fyrsta royndarárið, sigur Helena Dam á Neystabø, sum eisini hevur játtað rásini eina hálva millión krónur til endamálið.
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, hevur eisini skipað fyri flutningi til stóra felagssangin í Vágsbotni seinnapartin í dag. Tey, ið ynskja bil á staðið, eru vælkomin at ringa á telefon 34 75 12.
Fyrsti morgunlesturin verður í morgin, 2. apríl, klokkan 9.50.