Mortan tók møguleikan

Nógv bendir á, at Mortan úr Hørg fær stórt herðaklapp frá venjarunum eftir frálíka avrikið móti Kypros

Bethune, Frakland: Í einum dysti, sum helst meira verður mintur fyri vánaliga úrslitið, heldur enn tey - hóast alt - positivu elementini í føroyska spælinum, var Mortan úr Hørg stóra ljóspunktið, tá Føroyar á heimavølli taptu 3-0 fyri Kypros.
Og tað er eisini nógv, sum bendir á, at sumbingurin fær eitt veldugt herðaklapp fyri avrikið ta ferðina. Leikbannið hjá Johan Byrial Hansen hevur so undir øllum umstøðum við sær, at ein nýggjur maður skal setast á høgra bakk-plássið, og nógv talar fyri, at tað verður Mortan, sum fær hesa uppgávuna. Atli Danielsen er uttan iva eisini eitt alternativ til plássið, men avrikið seinast saman við skjótleikanum hjá Mortani tykjast bera við sær, at tað verður hann, sum fær stóru uppgávuna at halda í teymunum á Thierry Henry, sum helst verður á vinstra veingi í eini franskari 4-3-3 uppstilling. Ein uppstilling, væl kann telja ein miðvøll við Makalele, Vieira og Zidane&

Tættan miðvøll
Júst sterki franski miðvøllurin ger, at tað væl kann hugsast, at føroyski miðvøllurin verður settir øðrvísi saman, enn hann so oftani fyrr hevur verið. Sæð burturi frá høgra bakk-plássinum, so gevur restin av verjuni seg meira ella minni sjálva, eins og tað kann roknast við, at Jákup Mikkelsen verður aftur í málinum.
Við einum øðrvísi miðvølli verður tosað um eina formatión, har teir báðir kantarnir verða drignir nærri móti miðjuni, og tí er væl hugsandi, at Rógvi Jacobsen fær uppgávuna vinstru-megin, og at Claus Bech Jørgensen so verður tann meira framrættaði av sentralu monnunum. Hin maðurin mitt fyri verður uttan iva Fróði Benjaminsen, meðan Jákup á Borg so helst fær plássið høgrumegin. Eisini her kann Atli Danielsen vera eitt alternativ, men vit gita, at hann sleppur at byrja á beinkinum hesaferð, eins og Símun Samuelsen, Heðin á Lakjuni og Ingi Højsted helst eisini gera tað. Serliga Inga høvdu nógv roknað við at sæð á vøllinum móti Kypros seinast, men tá hann ikki varð royndur ta ferðina, verður neyvan ráð til eksperimentir av nøkrum slag, nú mótstøðan er so ræðandi sterk.
Og tað merkir so, at talan hóast alt verður um tveir áleyparar, og koma hesir uttan iva at eita Andrew av Fløtum og Todi Jónsson. Her skal Andrew ivaleyst í gamla leiklutin hjá John Petersen, soleiðis at skilja, at hann verður maðurin,s um skal leita langt aftur á vøllin og stuðla miðvøllinum, meðan Todi so er tann, sum bólturin kann stingast til í vónini um, at hann kann renna bæði Thuram og aðrar av.
Tað gevur so fylgjandi uppstilling, sum tó bert skal síggjast sum okkara boð: Jákup Mikkelsen - Mortan úr Hørg, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Claus Bech Jørgensen, Rógvi Jacobsen - Andrew av Fløtum, Todi Jónsson.