Krossfararin, prædikumaðurin, blaðstjórin og ritstjórin Moses Hansen úr Danmark vitjar Føroyar í døgunum frá 13. september til 30. september saman við einum bønarhópi, sum telur 16 fólk.
Moses er vorðin kendur sum ein sera avgjørdur og brennandi persónur fyri tí kristna boðskapinum. Fortíð hansara var ógvuliga knortlut. Eftir at hava fingið starv sum lærari, fingið hús og heim, rímdi hann frá øllum og fór út í heimin at fjakka, fyri at finna "lívið". Í fleiri ár ferðaðist hann um allan heimin sum hippie og landastrok. Hann arbeiddi í koparminum við Reyða Havið, ferðaðist tvørturum Sahara oyðimørkina, bjóðaði ísoyðimørkini í Alaska av, klatraði uppá eina virkna vulkan í Miðamerika og var viltsvína- og gimsteinaveiðumaður í regnskógunum í Suðuramerika.
Í hesum liviháttinum gjørdist hann bundin av rúsevnum og alkoholi, og tað førdi til at hann vildi gera enda á lívi sínum, ásannandi at allar royndir hansara at finna "lívið" vóru miseydnaðar. Royndin at taka lív sítt miseydnaðist eisini, og ístaðin møtti hann einum persóni, sum broytti lív hansara. Moses møtti Jesusi Kristi á eini strond í New Zealandi, og hetta møti umbroytti Moses. Øll misnýtsla hvarv, og hann vendi sær frá tí gamla liviháttinum og gav seg heilt til at liva fyri, og tæna, Jesusi. Líka so avgjørdur, sum hann var áður at finna "lívið" áðrenn hann møtti Jesusi, líka so avgjørdur varð hann í at liva eitt lív Kristusar, eftir at hava møtt Jesusi.
Moses er kendur fyri at bera kristindómin út í tað dagliga lívið. Hann hevur verið sokallaðar bønarferðir tvørtur um alt Danmark við sínum 3. metra langa krossi; hann hevur fleiri ferðir alment tala til myndugleikarnar, og ávarða teir um at seta seg upp ímóti Guds boðum; hann hevur aktivt tala ímóti donskum limaskapi í ES, og undir síðsta danska valinum viðv. ES helt hann bøn og føstu í einum tjaldi uttanfyri Christiansborg; Hann hevur fleiri ferðir tala á pornomessum í Danmark og ávarða móti siðloysi og porno. Hansara persónur er tískil komin nógv fram í fjølmiðlunum; summi hata hann og onnur elska hann.
Moses er 60 ára gamal, giftur við amerikansku Joy, og tey hava saman seks børn. Moses leiðir felagsskapin "Vægterne", og er blaðstjóri á blaðnum "Blæs Alarm". Hann hevur eisini eina telefonandakt sum eitur "Regnbuen", sum er á tlf. 0045 97123000. Hann hevur skrivað eina bók, sum sigur frá hansara dramatiska lívi. Bókin eitur "På jagt eftir livet." Haraftrat hevur hann eina heimasíðu, har meiri kann lesast um virki hansara. Heimasíðan eitur:
www.watchman.dk.
Á Føroyatúrinum vitjar hann í Sandoy, Vágoy, Havnini og Klaksvíkini, har hann fer at hava eina sokallaða krossferð saman við Christian Hedegaard og fleiri. Moses hevur krossin við sær, og verður hann ivaleyst at síggja á gøtunum í Havn onkran dagin.