Í hesum døgum eru møtir kring landið, har bæði Moses Hansen og Eliezer Braun tala. Báðir hava vitjað í Føroyum fyrr
Visti tú, at tað eru fleiri enn 700 profetorð í Bíbliuni um, at jødarnir venda heim aftur til landið Ísrael. Tí arbeiðir felagsskapurin Shuva Ísrael í Ísrael við at læra jødarnar, sum koma úr ymsum pørtum í heiminum hebraiska málið, hjálpa teimum at útbúgva seg, syrgja fyri at tey fáa arbeiði og okkurt at búgva í.
Shuva Ísrael hevur sett Eliezer Braun til at knýta sambond við tey kristnu ymsastaðni í heiminum, fyri at tey kunnu styðja hetta arbeiði. Eisini vit føroyingar hava møguleika at vera við í hesum arbeiði.
Í døgunum 31. oktober til 8. november eru møtir ymsastaðni kring oyggjarnar, har bæði Moses Hansen og Eliezer Braun fara at tala. Báðir eru teir kendir í Føroyum frá vitjanum fyrr.
Moses Hansen hevur gjørt fleiri ferðir til Russlands fyri at hjálpa jødum har heim til Ísrael. Hann ferðast nógv í Miðeystri og vitjar bæði jødar og arabarar. Hann hevur sína meining um framtíðina í Miðeystri og meinar, at henda tíðin gevur svar uppá spurningar sum:
? Ísaks Gud ella Ísmaels Allah? Kristus ella Muhammed?
? Lívið í Kristusi ella deyði islams? Kirkjan ella Moskein?
? Ísrael ella Palæstina? Eitt sameint ella sundurskilt Ísrael?
? Jerúsalem ella Aelia Capitolina? Eitt sameint ella sundurskilt Jerúsalem?
? Kemur Jesus aftur í okkara ættarliði?
Boðskapur hansara er fyrst og fremst Jesus Kristus, sum hevur umbroytt hansara lív, eins og lívið hjá milliónum av menniskjum.
Lýst verður í bløðum og útvarpum um hvar og nær møtini vera.