Kinna Poulsen
-----------
Bókin um Torbjørn Olsen minnir bæði í formati og uppseting rættiliga nógv um “Myndlist í Føroyum” frá 2000, sum Bárður Jákupsson skrivaði og sum kom út á føroyskum, donskum og fyri ikki so langari tíð síðani, á enskum máli eisini. Men í mun til “Myndlist í Føroyum” er hendan bókin um Torbjørn Olsen við sløkum 100 síðum eitt sindur minni í vavi, eisini samanborið við tær stóru monografiirnar, sum eru útkomnar seinnu árini (Mikines, Ruth Smith, Tróndur Patursson m.a.). Teksturin hjá Bárði er sum eitt longri essay, einar tjúgu-fimmogtjúgu A4 síður til longdar, meðan litmyndirnar av málningum, tekningum og grafikki eru umleið 120 í tali, prentaðar í ymsum støddum.
Barndómsupplivingar í Haldarsvík
Teksturin er bygdur á ein annan, áhugaverdan tekst, sum Bárður Jákupsson skrivaði í myndaskránni til serframsýningina “Færøske billeder – Tro – menneske – natur” hjá Torbjørn Olsen í Museet for Religiøs Kunst í Lemvig í 2003. Innihaldsliga fylgir Bárður Jákupsson eini gongdari leið innan føroyskar listabøkur, har støðið verður tikið í ævisøguligum sannroyndum. Í hesum føri snýr tað seg í fyrsta lagið um landslagið í og kring Haldarsvík, har Torbjørn plagdi at ferðast, tá hann var smádrongur. Poengið hjá høvundinum liggur í tí ávirkan, hann heldur hesar barndómsupplivingar hava á vaksna listamannin. Hiðani fáa vit eitt stutt yvirlit yvir menningina í føroyskari myndlist í mun til tað europeisku, har høvundurin perspektiverar aftur til holumálningar og fram til yngra ættarliðið í føroyskari list. Síðani fáa vit søguna um hvussu Torbjørn Olsen gjørdist listamaður og hvussu hann eftir ráðum frá Ingálvi av Reyni fór til Danmarkar at ganga á tekniskúla sum fyrireikingarskeið til Akademiið. Tað er forkunnugt at síggja tey tvey gomlu sjálvportrettini, sum Torbjørn Olsen málaði, tá hann var ávikavíst 16 og 17 ára gamal og út frá hesum báðum tess meira merkiligt og hugvekjandi, at ein so framúr gávaður málari ikki skuldi sleppa inn á málaraskúlan. Áhugavert er eisini at lesa um menningina og tær ymisku fyrimyndirnar frá Monet og de Stäel til Caravaggio og um tær ymisku listaferðirnar til Rom, Sveaborg, New York osfr.
Musikalskur høvundur
Frásøguhátturin er sum heild lættur, anekdotiskur og undirhaldandi við meira nágreiniligum lýsingum og greiningum í støðum. Tá einstakir málningar verða viðgjørdir, gerst greitt, at frásøgumaðurin handan lýsingina er málari og ein musikalskur ein av slagnum, t.d.: “Kobolt- og preusserblå flader sekunderes af skylignende formationer og lysere og mørkere flader i alskens grønne farver – fra jordbundet kromoxidgrønt til ellevildt permanentgrønt. Modspil til denne rige blå/grønne hovedstruktur udgøres af vandrette og lodrette engelskrøde strøg. Hist og her bryder afmålte gule penselstrøg igennem farvelagene i hidsig pizzicato-rytme...” (s.36). Her brúkar Bárður Jákupsson altso eitt hugtak frá tónleikinum til tess at lýsa máliháttin hjá Torbjørn Olsen. Hvat viðvíkur stíli, er tað de Stäel og tað hálvabstrakta, sum størstur dentur verður lagdur á. Hetta er áhugavert, men merkiligt, at bókin ger so lítið burturúr norðurlendskari ekspressionismu, har eitt nú Munch er ein eyðsæð fyrimynd. Bókin er prýðilig og hvussu kann hon vera annað, tá hon snýr seg um litríku og dekorativu myndir Torbjørn Olsens? Eitt úrval av myndum er gott, men júst í førinum Torbjørn Olsen, sum hevur fingið so nógvar góðar myndir frá hondini, sum hann hevur, høvdu fleiri myndir ikki verið av vegnum, t.d. hevði eg fegin sæð allar altartalvuvariatiónirnar endurgivnar í bókini í stórari stødd.
Gamaldags?
Samanumtikið er bókin um Torbjørn Olsen áhugaverdur lesnaður, har ljós verður varpað á ein tann mest týdningarmikla føroyska listamannin. Bárður Jákupsson kennir sítt evni og tað liggur væl fyri at skriva, eins og tað plagar. Eg veit ikki um tað er tí, at bókin er á donskum, at tónin í støðum tykist eitt sindur gamaldags, frumsagnarkendur sum í eini skaldsøgu hjá Williami Heinesen, eitt nú í byrjanini, tá skrivað verður um landslagið í Haldarsvík á s.7: “Omgivet av stejle lier og sorte klippevægge ligger den lille bygd Haldarsvík...” osfr. Eisini tykist hugburðurin heldur enn ikki fornur á s.9: “Det skal siges, at det nævnte standardmotiv er lige så svært at undgå for en færøsk maler, som et skovparti eller en udsigt over pløjemarker er for en dansk maler.”. Tað man vera eitt sindur síðan, at skógarmotiv vóru á breddanum á kunstakademinum. Men longur niðri í tekstinum sæst, at høvundurin í grundini er greiður yvir hetta og helst hevur hann eisini rætt í sínum varhuga av, at landslagið fer at koma afturíaftur sum myndevni.
Abstraktión
Teksturin er skilagott skipaður í fýra brotum eftir høvuðsmyndevnum hjá Torbjørn Olsen, sum eru landslagið, málarin og modellin, portrettir og altartalvur, ið verða viðgjørd nøkulunda í tíðarrøð. Tematiseringin er ikki heilt gjøgnumførd, t.d. gera vit eitt rend til Nólsoyar í tí partinum, sum snýr seg um modelmyndirnar. Nólsoyartúrin brúkar høvundurin til eina stak áhugaverda samanbering millum Torbjørn Olsen og tann serstaka og heilt øðrvísi Nólsoyarmálaran, Steffan Danielsen, har fyrrnevndi skal eitast at hava størri frástøðu til myndevnið í mun til tann seinna. Hetta er nakað, sum fær lesaran at stúrsa við júst sum man ger, tá man lærir. Tað snýr seg als ikki um, at Torbjørn Olsen er meir ella minni nærlagdur enn Steffan Danielsen, men um, at hesir báðir málararnir heilt grundleggjandi viðgera síni myndevni á ymiskan hátt. Meðan t.d. lýsing Steffan Danielsens av kirkjuni í Nólsoy reiðiliga darrar av virðing og áhuga fyri sjálvum motivinum, brúkar Torbjørn Olsen eitt líknandi myndevni mest sum støði fyri eini ljós- og litsamanseting. Men hví loypur hann so ikki heilt út í tað og málar nonfigurativt? Hesin spurningurin um viðurskifti Torbjørn Olsens við tað abstrakta, er sentralur í verki málarans og tað er Bárður Jákupsson eisini greiður yvir. Tí verður evnið tikið upp fleiri ferðir í bókini, eins og byrjunarsitatið hjá málaranum hevur stóran týdning hesum viðvíkjandi: “Man kan bruge et motiv, men til sidst ser man ikki motivet – det er der bare. Som et holdepunkt. Du ser det ikke, men alligevel skal det være der. Du arbejder jo med noget helt andet i motivet end det umiddelbart genkendelige. Det er faktisk motivet, der bliver abstrakt, ikke billedet.”.
Bókin er útgivin á danska forlagnum Atlantia, sum m.a. eisini gav út ta vøkru bókina við akvarellum hjá Ingálvi av Reyni og í samstarvi við Sprotan gav donsku versiónina av Myndlist í Føroyum út. Eins og í hinum førunum skuldi tað verið upplagt at fingið út bókina um Torbjørn Olsen eisini á føroyskum.