Mótmælisfólk forðaðu Tour de France-teini

10. teinur er fyribils nevtraliserað, eftir at mótmælisfólk hava sett seg á vegin, tá 40 kilometrar vóru eftir á mál.

 

Mynd: Marco Bertorello/AFP/Ritzau Scanpix

10. teinur av Tour de France er fyribils nevtraliseraður, og súkklararnir steðgaði. 

Orsøkin er, at sjey mótmælisfólk hava sett seg á vegin har tað eru 36 kilometrar eftir á mál og forða súkklarunum. Tað upplýsir túrin á sínum egna livebloggi.

Tað eydnaðist Alberto Bettiol (EF), sum er einsamallur á odda, at koyra framvið mótmælisfólkunum gjøgnum ljósareyðan royk frá neyðblussum.

Hann varð síðani biðin um at steðga, og tað sama var galdandi fyri hinar 24 súkklararnar í útbrotinum aftan fyri hann.

Etapan heldur fram við somu tíðarmunum, tá vegurin aftur er ruddaður, upplýsir Tour de France.

/ritzau/

 

 

Mynd: Marco Bertorello/AFP/Ritzau Scanpix