Ein brúgv um amerikonsku ánna Mississippi datt niður í gjár, júst sum ferðslan var upp á tað mesta. Brúgvin var partur av einum motorvegi við fýra koyribreytum, og fleiri persónbilar og lastbilar endaðu niðri í ánni, tá brúgvin brádliga fór undan teimum.
Løgreglan sigur, at minst seks fólk doyðu, og at fleiri hava fingið skaða.
Amerikonsku myndugleikarnir siga, at talan var ikki um eina yvirgangsatsókn, men at vanlukkan kanska hevði samband við, at menn vóru í ferð við at umvæla brúnna.
Tann 40 ára gamla brúgvin er í býnum Minneapolis, og dagliga koyrdu umleið 200.000 bilar eftir henni.