Móttøka fyri NSÍ í kommunuskrivstovuni í Saltangará

Hópurin kemur aftur í dag

Mynd: NSÍ

NSÍ boðar frá á facebookvanga sínum:

 

Í samband við flotta úrslitinum hjá NSÍ móti FC Koper í Slovenia, verður ein móttøka fyri leikarunum og venjaratoyminum í dag, leygardag 1/8, kl 21:00 í kommunuskrivstovuni í Saltangará.

 

ØLL eru hjartaliga vælkomin. Skrivar NSÍ. 

 

NSÍ vann á torførum útivølli - og í nógvum hita - á slovenska liðnum, Koper í øðrum undanumfarinum í Conference League. 

 

NSÍ tapti 0-2 á heimavølli, men megnaði aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping at vinna 7-4, og harvið samanlagt 7-6 á Koper.

 

Hetta er fyrstu ferð NSÍ vinnur seg tvær ferðir víðari í evropeiskari kapping, og fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið vendir einum 0-2 tapi heima til ein samlaðan sigur í einari evropeiskari kapping. 

 

Mynd: NSÍ