TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Tórshavnar býráð samtykiti á býráðsfundi hóskvøldið, at taka av tilboðnum frá Mouritsen bussum og Gundurs bussum uppá bussleiðin í Tórshavnar kommunu.
Nakrar tingingar skulu tó gerast, áðrenn tilboðið endaliga verður tikið av.
Jan Christiansen, býráðsformaður, segði á býráðsfundinum, at tað mest vóru formalitetir, ið skuldu fáast uppá pláss, og talan neyvan gjørdist um tær nógvu tingingarnar.
Tilboðið frá Mouritsens bussum og Gundurs bussum er áljóðandi 10.710.843,00 kr. fyri at røkja bussleiðina í Tórshavnar kommuna, t.e. leiðirnar 1,2 og 3. Harumframt leið 4/4x og skúlaleiðini. Koyrt verður eisini sunnudagar.
Klára Mourtitsens bussar og Gundurs bussar ikki at standa við tilboðnum, so verður tað Gunnleifs bussar, sum eiga næst lægsta boðið, ið fær bussleiðina at røkja.
Tilboðið frá Gunnleifs bussum er 11.763.400,00 kr. - góða millión dýrari enn tilboðið hjá Mouritsen og Gunduri.
Hetta merkir eina sparing aljóðandi 3,5 mió.
Jan Christiansen segði á býráðsfundinum, sum var hóskvøldið, at vitast skuldi, um tilboðið frá Mouritsen bussum var realistiskt, t.e. kann førast út í lívið, og kann Mourtitsens bussar standa við sínum tilboðið. Verður hetta ikki so, so er kvívskarpt, at Gunnleif sleppur til.
Býráðið samtyki at taka við tilboðnum frá Gunduri og Mourits við sjey atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Avtalan er galdandi í sjey ár. Talan kann gerast um ein vøkstur ella minking í koyritímum uppá 10%.
Koyrt verður yrkadagar frá 7 til 23, leygardagar frá 7 til 17 og sunnudagar frá 10-18.
Orðaskifti
Orsakað av stóra áhuganum fyri málinum, varð málið um bussleiðina tikið fram um á býráðsfundinum hóskvøldið.
Uppskotið hjá meirilutanum varð sum nevnt samtykt, men minnilutin gjørdi sína støðu kenda.
Leivur Hansen og Jógvan Arge, báðir valdir fyri Tjóðveldisflokkin, gjørdur greitt, at teir als ikki vóru glaðir fyri, at lagnan hjá bussleiðini gjørdist hendan. Teir ynsktu at spardi peningurin heldur skuldi nýtast til at menna bussleiðina fyri.
Jan Christiansen vísti kritikkinum greitt aftur. Hann segði, at teir høvdu havt teirra tíð at gera viðmerking, og støðið var tikin til málið. Tikið verður nú av einum tilboði, og útbjóðingartilfarið er liðugt viðgjørt.
Minnilutin segði seg vera fyri, at bussleiðin verður boðin út, men viðgerðin var í sambandi við hetta málið var út av lagi vánalig, hildu teir.
Eisini var gjørt nógv burturúr einum túri til Reykjavíkar, ið tekniskanevnd og partar av umsitingini gjørdur nakað áðrenn løgtingsvalið. Jógvan Arge og Leivur Hansen, sum tá vóru limir í tekniskunevnd, hildu túrin vera oyðsl, sambært Jan Christiansen, og komu ikki við.
Tað var eftir øllum at døma á hesum góða túri, at útbjóðingartilfarið var gjøgnumgingið og diskutera.
Bussførarar ósamdir
Á býráðsfundinum hóskvøldið vóru nógvar bussførarar at finna millum áhoyrararnar.
Áðrenn fundin hevði ein skari av tólv føraran gjørt vart við sína misnøgd. Ein av teimum tólv vildu seinni verða tikin av aftur listanum yvir avsendarar.
Tað var týðuligt, at teir vóru alt annað enn nøgdir.
Skrivið frá bussførarunum er at síggja aðrastaðni á síðunum.