Moyrir og bukaðir

Føroyska liðið fekk bank í seinna dystinum móti sveisarum. Okkara menn tóktist moyrir, og komu ongantíð inn í dystin, eins og teir gjørdu fríggjadagin

 

 

Hondbóltur

Sveis-Føroyar 35-18 (15-8)

 

Meðan føroysku leikararnir tóktust sera moyrir, nú teir annan dagin á rað skuldu í altjóða eldin, koyrdi sveisiska liðið víðari við sama neyvleika, sum eyðkennir góðu klokkuverkini úr fjallalandinum.

Spenningur var at kalla ongantíð í dystinum, og hóast okkara kundu fylgt betri við í fyrra hálvleiki og millum annað misnýttu tvey brotskøst, so var alla tíðina greitt, at her fór at verða galin endi.

Føroysku leikararnir tóktust als ikki at vera á hædd við tað, teir sýndu fríggjakvøldið, og tá Sveis veruliga togaði seint í fyrra hálvleiki, var alt avgjørt.

Seinni hálvi tímin byrjaði eins og tann fyrri endaði, og miðskeiðis í hálvleikinum áttu sveisisku leikararnir tríggjar ferðir so nógv mál sum okkara. Tíbetur settu teir eftir hetta ferðina niður, soleiðis at okkara menn fingu nøkur mál afturat, men eftir sótu áskoðararnir við einum vónbrotið. Flestu teirra høvdu helst væntað ein lívligan dyst, og ikki slíkt dømi um einvegis ferðslu, men hinvegin var greiða tapið kanska eisini væntandi.

Føroysku leikararnir hava neyvan roynt at spæla somikið harðar dystir dag um dag, og spurningurin er helst, um ikki góða úrslitið í fyrra dystinum viðførdi stórtapið seinna dystin. Kreftirnar vóru snøgt sagt uppi, og tí fingu okkara ongantíð sett sítt merki á dystin. Einasti føroyingurin, sum veruliga lýsti í landslagnum leygardagin mundi vera Jens Skipagøta, sum enn einaferð stóð ein góðan dyst, men ofta var hann heldur einsamallur, tá føroyska verjan varð spæld tunn.

 

Dysurin í tølum

Málskjúttar:

Sveis: Robbie Kostadinovich 11(2), Jenny Pascal 7, Martin Stettler 5, Ivan Ursic 4, Stefan Massa 2, Thomas Gautschi 2, Michael Suter 2, Urs Schärer 1(1), Zeno Läber 1

Føroyar: Bjarni Wardum 4(1), Áki Olsen 3, Martin Hummeland 2, Janus Einar Sørensen 2, Heini Joensen 2, Ingi Olsen 2, Sámal Joensen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1, Marius Joensen 1

Brotskøst: Sveis 4, Føroyar 3

Útvísingar: Sveis 4, Føroyar 7

</PARAM></PERSON></PLAINTEXT></S></SELECT>