- Vit eiga at ansa sera væl eftir, at vit ikki fáa ov nógvar útlendingar til Føroya
Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Í morgin hevur Løgtingið aðalorðaskifti um útlendingar í Føroyum og í tí sambandi ávarar Hans Joensen ímóti, at vit Føroyum gera saman mistak sum tey hava gjørt í øðrum londum, sum hann málber seg.
Hann heldur, at vit eiga ikki at gera tað so lætt hjá útlendingum at koma higar, at vit vera yvirfloymd av fremmanda fólki við fremmandum mentanum.
- Tað skal vera mín áheitan á okkara politikarar, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
- Samstundis eiga vit at seta útlendingum, sum koma higar, púra greið krøv, og teir, sum ikki halda lógina, ella klára at laga seg til føroysk viðurskifti og føroyska mentan, skulu sendast av aftur landinum.
Tora ikki út
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur, at vit eiga at hava lært av londunum rundan um okkum, at tað summastaðni er farið heilt av sporinum.
- Onkustaðni tora fólk ikki út fyri dyr í sínum egna landi og ta støðu mugu vit ikki koma í, sigur hann.
Hann dylir ikki fyri, at hann hugsar fyrst og fremst um fólk við víðgongdum sjónarmiðjum og mentanum, sum eru púra fremmand fyri okkum, tí at hann ikki vil seta navn á.
- Vit eiga at vera serstakliga varin, at vit ikki lata so nógv fremmanda fólk koma higar, við víðgongdum mentanum, sum tey síðani fara at royna at kroysta niðuryvir høvdið á okkum, so at okkara egna mentan verður forkomin um eitt ættarlið ella tvey.
- Vit skulu ikki hava útlendingar higar, sum halda, teir skulu fortelja okkum, hvussu vit skulu liva og krevja, at vit skulu laga okkum til teirra mentan og siðir. Tvørtur skulu útlendingar, sum koma higar, koma higar upp á okkara treytir og teir skulu laga seg til føroyska mentan.
- Vit eiga eisini seta teimum treytir um at læra seg føroyskt mál og at kunna seg um føroysk viðurskifti og føroyska mentan.
- Tað ber ikki til at gera leyst, bara tí at onkir politikarar hava tað visjón, at vit skulu vera 100.000 fólk í Føroyum um nøkur ár.
- Tað er ørvitistos, heldur Hans Joensen.
Ikki pláss
Hans Joensen heldur, at tað er eisini ein spurningur um, hvat hesi fólkini skulu gera, tí vit hava ikki fortreytir at fáa nógv fleiri fólk hendavegin.
- Føroyingar ganga arbeiðsleysir, so spurningurin, er, hvat hesi frammandafólkini skulu gera, tí vit hava ikki nóg mikið av arbeiði til okkum, sum longu eru her frammanundan.
Tí heldur Hans Joensen, at útlendingar, sum sleppa til Føroyar, skulu í nógv mestan mun vera fólk, sum hava heilt serligar førleikar, sum vit ikki hava.
- Tað skulu vera fólk, sum kunnu átaka sær ávís serlig arbeiði, í ávísa tíð, men tá ið uppgávan er liðugt, skulu tey fara aftur.
- Útlendingar eiga ikki at koma til Føroya at gera arbeiði, vit fullvæl eru før fyri at gera sjálvi.
- Vit eiga ikki at geva leyst og lata útlendingar flyta til Føroya og fáa uppihaldsloyvi her, bara tí at hetta er eitt gott land at búgva í.
Men treytin skal altíð vera, at tey vera lønt eftir føroyskum sáttmálum og vera limir í føroyskum feløgum.
- Vit vilja hava skipað viðurskifti og tað fara vit at berjast fyri, leggur hann afturat.
Formaðurin sigur, at sjálvandi skulu undantøk gerast, har føroyingur fær útlendskan maka, tí tey eiga sjálvandi at vera vælkomin higar.
- Og teir útlendingar, sum koma higar, skulu skulu vit vera serstakliga góð við og tey skulu viðfarast við virðing og hava somu sømdir, sum vit onnur, leggur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag afturat.