-Vit hava eitt hart og vandamikið veðurlag, men vit duga ikki nóg væl at smíða hús, sum tola tað norska veðurlagið, sigur veðurlagsgranskarin við kringvarpið NRK. Hann vísir á, at tað kann vera kostnaðarmikið at fara ov lætt um trygd og góðsku, tá bygt verður. Ódnin Berit gjørdi skaða fyri einar 150 milliónir krónur, og ódnin Dagmar nú á jólum kostaði eisini nógv.
Hans Olav Hygen sigur, at tað slepst ikki undan húsaskaða, tá veðrið er so ringt sum nú um jólini, men at skaðarnir kundu verið færri og minni. Hann vísir á, at summi pláss eru veðurbetri enn onnur, og at hetta má havast í huga, tá fólk byggja.
Tað er ikki bara vindurin, sum kann gera stóran skaða á hús. Ein annar trupulleiki er gloprarregn, sum er vorðið meiri vanligt tey seinnu árini. Eisini tey viðurskiftini mugu takast við í sambandi við bygging í framtíðini, sigur Hans Olav Hygen.
-Tað er greitt, at vit fáa eitt ógvusligari veðurlag í framtíðini. Tí mugu vit taka tey neyðugu fyrivarnini. Tað er umráðandi at byrja nú, so vit sleppa undan upptakinum, sigur veðurlagsgranskarin við NRK.