Millum luttakararnar á eykalandsfundi javnaðarfloksins í Trongisvági seinasta vikuskiftið var eisini fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Andreas Petersen.
Bæði sum politikari og sum kommunulækni hevur Andreas Petersen havt tætt tilknýti til mangar av teimum spurningum, sum í dag leika á og oftani eru ringa samvitskan hjá vælferðarsamfelagnum.
Hóast vælútbygt á nógvum økjum, so hava vælferðarsamfeløgini í Norðurlondum framvegis trupulleikar at dragast við, ikki minst tá tað snýr seg um tey gomlu og sjúku. Og hyggja vit at Føroyum, so vísir tað seg, at nettup her er farið at bila alvorliga, verður hugsað um, hvat vælferðarsamfelagið heilt náttúrliga átti at livað upp til.
USA eingin fyrimynd
Andreas Petersen vísti fundinum í høllini í Trongisvági á, at ein orsøk til at vit við røttum kunnu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, eru tær trygdarskipanir, sum galda nærsagt frá vøggu til grøv - og tað, sum eyðkennir hesar, nevniliga hetta, at tær eru fyri allar borgarar og ikki bert nakrar ávísar bólkar.
Fyrrverandi landsstýrismaður leitaði eisini út um landoddarnar og helt tað vera eina misskiljing, tá fólk umrødða stóra landið USA sum eitt vælferðarsamfelag.
-Eitt samfelag, har 20% av fólkinum livir undir hungursmarkinum, og har hin einstaki ikki hevur rætt til arbeiði ella til stovnspláss, tá heilsan er farin at bila, kanst tú ikki umrøða sum eitt vælferðarsamfelag.
Javnaðarflokkurin týðandi leiklut
Harafturímóti helt hann tað vera rættari at brúka hetta heitið um Norðurlond og her eisini Føroyar, hóast eisini her liggur nógv á láni, til rokkið er heilt á mál.
-Og í royndunum at gera Føroyar til eitt vælferðarsamfelag hevur javnaðarflokkurin verið ein av undangonguflokkunum, fyrst við pensiónslógunum í 1958, síðani við skipanini um heimahjálp í 1971, skipanini við dagpengum í 1978 og seinast skipini við arbeiðsloysisskipan í 1992. Hesar skipanir eru nakrir av grundstuðlunum undir vælferðarsamfelagnum Føroyar.
Andreas Petersen vísti tó á, at øll hesi rættindini vóru ikki vunnin uttan svørðslag. Allir flokkar uttan júst javnaðarflokkurin vóru ímóti eini arbeiðsloysisskipan. Grundgevingin var tann, at hetta var nakað óføroyskt og fremmant.
-Eg kann bert siga, at var arbeiðsloysisskipanin ikki komin, so hevði tað endað við eini fullkomnari katastrofu fyri alt landið.
Men hóast nógvir lunnar eru lagdir undir Vælferðarsamfelagið Føroyar, so stendur tað enn ikki á einum nóg tryggum støði. Enn finnast stórir manglar í samfelagnum, og tað vóru hesar, sum fyrrverandi heilsu- og almannamálaráðharrin helt, at javnaðarflokkurin og aðrir flokkar nú mugu til at taka í ramasta álvara og gera nakað við.
Pensiónirnar afturúrsigldar
Talan er serliga um eldraøkið, har vit fyri tað fyrsta ikki hava eina nøktandi pensiónsskipan. Vit eru totalt afturútsigld á hesum øki. Verandi pensión er alt ov lítið til at kunna liva av, tá hugsað verður um, at hesi fólk mangan hava forpliktilsi, sum kosta. Andreas Petersen mælti javnaðarflokkinum til at vera við til at bøta um hetta við eitt nú at regulera pensiónirnar. Tær hava ikki verið reguleraðar síðani 1993.
Andreas Petersen vísti á, at tey gomlu hava stríðst fyri at byggja hetta samfelagið upp. Tey - eitt nú fiskafólkið - hava ikki havt møguleika at leggja nakað til síðis til aldurdómin, og tí má tað vera okkara uppgáva at tryggja, at tey fáa sítt á ellisárum.
Mangla stovnspláss
Andreas Petersen vísti síðani á stóra tørvin á stovnsplássum. Tørvurin er fleiri hundrað nýggj stovnspláss.
-Tað er einki minni enn ein óverdug viðferð, sum hesi gomlu fáa frá tí sama samfelag, ið tey hava halgað sítt lív til. Tey eru í dag kastibløkur millum sjúkrahús øðrumegin og heim og stovnar hinumegin. Mong teirra eiga sín sjálvsagda rætt til at liva síni seinastu ár á einum røktarheimi, har tey fáa ta hjálp og tann stuðul, ið tey hava tørv á.
Andreas Petersen helt støðuna í Føroyum á hesum økinum verða nógv verri enn í hinum Norðurlondunum.
Niðurstøða hansara var tí henda:
-Hækkið pensiónirnar til teirra, sum ikki hava annað at dúva uppá á ellisárum, og fáið fleiri stovnspláss kring landið, helst sambýli.
Ógrundaður pensiónsótti
Andreas Petersen nam eis-ini við spurningum um óttan fyri vaksandi talinum av pensionistum. Hann helt, at hesin óttin er kanska ikki so væl grundaður.
-Eg veit væl, at tað verður mett, at tað um ár 2010 og 2015 verða 10.000 fólk í núverandi pensiónsaldri í Føroyum, og at henda sannroynd fer at gera, at tørvurin á játtanum til pensiónir verður øgiligur. Men tað eru so eisini tey, sum ikki síggja nakran trupulleika í tí. Orsøkin er tann, at sjálvur arbeiðsmarknaðurin fer eisini heilt at broytast. Tað vera færri manuell arbeiðspláss og fleiri arbeiðspláss á tænastuøkinum. Meira verður automatiserað. Tað verða smærri árgangir í framtíðini, og fólk verða minni sjúk. Mong av teimum, sum gerast eldri, verða rættiliga frísk og so nøkunlunda arbeiðsfør til lættari tænastuarbeiði. Tvs. at tað fer helst at henda ein broyting á arbeiðsmarknaðinum, sum so eisini ávirkar tørvin á pensiónum.
Tað kann hugsast, at pensiónsaldurin er ikki 65-67 ár, men at skipanin verður soleiðis, at fólkini kunnu vera deilpensionistar samtíðis sum tey eru á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru kanska 75 ár.
Við hesum vildi Andreas Petersen avmontera ta so nógv umrøddu pensiónsbumbuna.
-Hetta er alt nakað, sum fer at krevja stórar broytingar í sjálvum hugburðinum segði fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum eisini vísti á, at tørvurin á at byggja út stovnspláss til røktarsjúklingar fer at verða størri enn útbygging av okkara sjúkrahúsum.
Við hesum sipaði Andreas Petersen til, at tað í dag eru nóg nógv seingjarpláss á sjúkrahúsunum.
- At tað er tørvur á útbygging av Landssjúkrahúsinum, sum treingir til ábøtur og meiri pláss, er so nakað heilt annað. Tað er sjálvandi nakað, sum skal gerast og hevur einki við umrøddu spurningar at gera segði Andreas Petersen.