Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Finn Jensen
- Tey allarflestu sýndu ónøgd við útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, og hava summi í hyggju at flyta av landinum. Tað er ein tragedia, um tey flyta av neyð, tí útbúgvingin, sum tey ætlað sær, ikki er í Føroyum.
Tað sigur Finn Jensen, útbúgvingarleiðari á Føroya Handilsskúla, sum fyri kortum almannakunngjørdi eina umfatandi nøgdsemiskanning av síðstaársnæmingum á miðnámi í Føroyum. Her gjørdist greitt, at einans 4,5 prosent av teimum spurdu, hildu útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum vera góðar.
Les eisini: Tað er ov vánaligt í Føroyum
- Íslendski frymilin er, at halda áhuganum hjá ungum at vera verandi í heimlandinum við at bjóða teimum nógvar bachelorútbúgvingar. Kanska tað er ein gongd leið hjá Føroyum.
- Landið fíggjar longu tey fyrstu 13 árini av skúlagongdini hjá føroyingum, og tí kundi tað hugsast at vera skilagott at taka hond um universitetsárini eisini, sigur útbúgvingarleiðarin.
Í útlandinum er kjakið eisini farið at viðgera spurningin hvørt tað ikki eru ov nógv, sum útbúgva seg í mun til tey tøku arbeiðsplássini í samfelagnum. Finn Jensen vísir tó á, at tað júst í hesum førinum er upplagt at hava útbúgvingarnar í Føroyum.
- Sjálvandi skal tað samsvar vera millum arbeiðsútboð og lesnað, men tað verður ikki avstemmað í útlandinum. Vit fáa best tikið hædd fyri hesum, um útbúgvingarnar nevniliga eru tøkar í Føroyum, sigur Finn Jensen.